Eg meini tað: Býarinnar hjarta

IMG_1128Rólig fet upp einar stuttar trappur, hurðin fer upp, eitt lot kemur inn við einum vitjandi.
„Halló!”
„Hey er tað tú!“
„Langt síðani!“
”Kann eg seta meg her?”
”Ja, endiliga”.
Her angar av kaffi, sigarettum og hálvvátum jakkum, men tað er tann hugnaligasti lukturin, tú kanst hugsa tær, tí hann angar av vinsemi og traditiónum.
Gjøgnum gluggan síggjast innanífrá vindgosin fólk á gongugøtuni, uttanífrá prátandi vinfólk, ið kanska hava hitst her hvønn einasta dag í 20 ár, ella nýligani hava hitast ella kanska hittast fyri allar fyrstu ferð, fyri síðani at fylgjast restina av lívinum.
Reyðmálað borð og stólar, gluggatjøldini stríput, veggirnir pryddir við grønum panelum og Jack Kampman. Síðani tíðarinnar morgun, ella onkuntíð tá, hevur tað sæð út soleiðis, í hvussu so er hava broytingarnar verið so smáar, at tú ikki hevur meira enn varnast tær.
Allarhelst gekk omma her, tá hon var ung. Sjálv kom eg her sum barn saman við mostir, og vit systkinabørnini spældu gitispæl við sukurmolunum. Síðani kunnu tímarnir, eg havi sitið her, ikki teljast, tað verða mánaðir tilsamans, okkurt árið var tað ein til tveir tímar um dagin! Børn míni hava fingið tað inn við móðurmjólkini, bókstaviliga….
Hetta er hjartað í Miðbýnum. Her er tað, tú hittir vinir og kenningar, alt árið. Her er tað, tey lesandi niðrifrá koma inn, so skjótt tey koma heim, tí her kenna tey seg heima, her hitta tey fólk. Her fert tú við børnunum ein hugnaligan leygarmorgun, og ongin argast um barnagrát ella smáar føtur, ið renna eitt sindur um rúmið. Her fert tú inn at kroka og fáa hitan í kroppin ruskveðursdagar og at deila tína fragd yvir veðrið sólskinsdagar, ella tekur kaffimunnin út við tær og setir teg á Ebenezertrappuna. Alt ber til. Her er onki múlatrútni, um tú situr og lesir avísir og sussar í ein tíma ella báðar tveir og bara fær tær ein kopp av kaffi. Her hittast gøtusóparar og politikarar, handilsfólk og arbeiðsleys, skúlalærarar og lesandi, smábørn, ommur og abbar, krabbagoggur og handilsferðandi, elskandi og fíggindar, svøk og vanlig keðilig, og pláss er fyri øllum, um ikki við sama borð, so næstan.
Og so ein dagin brestir bumban:
„Hevur tú hoyrt? Kondittaríið skal lukka!“
„NEI!” Tað kennist sum eitt neyðarróp. Tað ber heilt einfalt ikki til. “Man kann ikki lukka Konditaríið!”
Er onki Kondittarí í Miðbýnum, ja, so er stutt sagt ongin Miðbýur, bara ein sokalla gongugøta, har bilar til ein og hvørja tíð hava fyrstarætt og nakrir handlar, sum tú eins væl kanst finna í sølumiðstøðini. Ongastaðni at fara inn at prátast ella kroka, – bæði eru lívsneyðug í Føroyum, – ikki at kunna kanst siga: “Vit hittast á Kondittarínum!”, ja, onki “morgunstað” í øllum býnum, ja, uttan cafeteria í Svimjihylinum…. Alternativið verður at útseta alt til um døgðuratíð og hittast í SMS! (áh nei!) ella onkrum pizzaria (hvør tímir tað?) ella Hafnia (hvør hevur ráð?).
Møguleikin er sjálvandi til staðar, at onkur annar tekur yvir, men tað er ringt ikki beinanvegin at síggja onkra ræðumynd fyri sær: t.d. at hugsa um, hvat hendi við “Klaptræet”, tann lítla biografkaféein í Kbh. Hon var upprunaliga ein hugnalig eitt sindur myrkt innrætta kafé tapeserað við gomlum filmplakatum frá filmsøgunar morgni og við myrkum kanska eitt sindur slitnum træmøblum. Einferð í seinni helvt av 80’unum fann okkurt ljóst høvd uppá at skifta gomlu filmplakatirnar út við nýggjar 80’ara-filmar og møblarnar út við kalt stál, so grundleggjandi keðiligt, at tú eftir broytingina bert setti beini har eina ferð fyri at venda beint út aftur. Her í Havn er ringt ikki at stúra fyri, at Kondittaríð verður til eina cowboy-look-alike pizzabarr, har tú heldur ikki setur beinini meira enn ta einu ferðina, ella allarhelst slett ikki, fyri ikki at fáa tey góðu minnini oyðiløgd.So man kann helst ikki gera annað enn at biðja til hægri maktir um, at tey ella tann, ið yvirtekur Kondittaríið, fer at vera ein, ið hevur gingið her alt lívið, ja, allarhelst fekk tað inn við móðurmjólkini, og tí veit, hví hetta at síggja til so lítilatna staðið er so serstakiliga sermerkt og lívsneyðugt fyri Havnina.

Tagged , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *