Eitt B og annað

tvLoftmiðlaummælið skriva til loftmiðlablaðið “Úr luftini” í Dimmalætting, januar 1998

Tað man ikki vera nakað mansbarn í hesum landi, sum ikki hevur fingið við, at nú er bankakanningin so at enda almannakunngjørd. Ja, so skuldi viðkomandi í hvussu so er verið bæði blindur, deyvur og senilur. Skuldi ikki undra meg, um onkur børn sita og spæla “bankakanning” í løtuni, og skeldast um, at “eg vil so í hvussu so er ikki vera Den danske Bank, eg vil ikki altíð vera bandittur!”.
Loftmiðlarnir, fyri als ikki at nevna aðrar fjølmiðlar, hava verið so rokaðir av bankakanningini, at har er lítið annað at tríva í, tá tú skalt ummæla, og tað vildi helst eisini verið órímiligt onki at siga um hetta mál, sum øll tosa um, og sum øll hava eina hugsan um, ja, so ótrúligt tað ljóðar, sum næstan øll hava somu hugsan um, ber tað veruliga til?
Eg haldi, at sjónvarpið og útvarpið hava víst eina óvanliga góða professionalismu í hesum málið. Gott at vita, at vit hava so nógv og gott tíðindafólk her á landi, sum eru vælinformeraði og fult út standa mát við tíðindafólk aðrastaðni. Og beinleiðis-sendingarnar hjá sjónvarpinum vera bara betur og betur, tú situr ikki og ert bangin fyri um tað tekniska ikki skal klára seg, ella um tíðindafólkið ikki er nóg væl fyrireika. Nei, alt “klappar”, um tað so verður sent heilt av flatlondum ella av Hafnia. Tað sama kann vist ikki altíð sigast um politikarar, men lat tað fara…..
Tað einasta sum so er at vóna er, at øll hendan fjølmiðlaorkan ikki er nýtt til fánýtis, og at vit í síðsta enda fáa tað best burturúr hesi góðu kanning.

Men frá bankakanningini til eitt annað orð sum byrjar við B, nevniliga barnafilmar.
Eg skal onki siga um filmarnar sum so, tí satt at siga eru tað góðir filmar. Teir seinastu tveir mánaðirnar hevur sjónvarpið nevniliga sent fleiri av stórfilmunum gjørdar eftir bókunum hjá Astrid Lindgren. Tá tann fyrsti av teimum var sendur, setti eg meg glað niður við soninum at hyggja, men tá filmurin byrjaði, kendi eg tað, sum fekk eg vátan vøttin frammaná. Har sum børnini í filminum vanliga so hugnaliga práta svenskt, sum tað jú passar seg væl svenskum børnum at gera, har kom ein danskur maður, og fortaldi okkum, hvat børnini søgdu. Ljóðið á filminum, ikki bara talan, men alt annað, tónleikur, fuglasongur ella hvat tað nú var, var so at siga skorið burtur. Hetta er jú dráp fyri ein film, tí ljóðið er, um ikki helvtin av filminum, so minst triðingurin, og hesin danski maðurin, sum tosar uppií, hann kann undir ongum umstøðum gera tað út fyri variatiónir í rødd, tónleik, fulgasong, vind og alt hitt.
Eg veit væl, at argumenti í Danmark fyri at gera so, er at donsk børn ikki skilja svenskt (, at eg so haldi, at tað er ein góður máti til ongantíð at fáa tey at skilja tað, tað tosa vit minni um), men ein nakað nógv betur mátið hevði hóast alt verið at synkronisera allar røddirnar og latið ljóðið fingið frið, um tey partú ikki vilja senda tær tekstaðu versiónirnar av filmunum. Men hattar argumentið heldur bara slettis ikki í Føroyum. Tey føroysku børnini, sum eru ov lítil til at lesa undirtekstirnar á einum filmi, skilja helst ikki so øgiliga nógv betur danskt enn tey skilja svenskt, í føroyskum oyrum er svenskt ikki so fremmant sum tað eyðsýniliga er í donskum oyrum.
Eg hevði ætlað at latið hetta evnið fara framvið, royndi ikki at argast ov nógv um tað, men tá eg sunnudagin sá tann allarbesta av øllum Astrid Lindgren-filmunum, Ronju Ránsmannadóttir, fáa somu ringu viðferð, fekk eg ikki hildið mær longur. Eg haldi næstan, at tað hevði verið betur ikki at sent filmin, enn at senda hann soleiðis. Á ein hátt er hetta kanska ikki ein kritikkur til Sjónvarp Føroya, tí eg rokni við, at hetta er ein peningaligur spurningur. Tey hava bara fingið hesa versiónina sendandi niðrifrá, og tað er helst dýrari at biðja um at fáa tann tekstaða filmin ístaðin.
So kann man jú ikki lata vera við at fantasera sær til, at um nú hasar bankakanningarmilliónirnar byrja at koma rullandi, so kanska SvF verður nóg ríkt til at kunna senda teir upprunaligu og tekstaðu versiónirnar av góðum barnafilmum, hvør veit?

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *