Skeið

Rakel Helmsdal hevur undirvíst síðani 1996, serliga í skriving.

Møguleiki er at tekna seg til skeið, ella bíleggja tey. Á hesi síðuni koma skjótt uppdateringar um skriviskeið og tey nýggju frásøguskeiðini.

bilegg1skeid_09 bilegg1skeid_06       bilegg1skeid_03   bilegg1skeid_01

Eg eri góðkendur undirvísari hjá Listaskúla Føroya og havi almen skeið á skúlanum kring landið.

So at siga øll fólk, ið hava lært kynstrið at seta bókstavir saman til orð og setningar, duga at skriva okkurt áhugavert. Eg havi so enn ikki møtt einum, ið ikki dugir um viljin er til staðar. Men sjálvandi hava øll ikki hug ella bindini til tað.

Men hevur tú HUG at skriva, so er onki sum forðar tær, uttan tú sjálv/ur, tí tað snýr seg fyrst og fremst um at læra eitt handverk. Her ber tíverri ikki, sum hjá vanligum handverkarum, at fara í meistaralæru, men tað snýr seg um sjálvlestur og hart arbeiði. Vilt tú, so kanst tú! Og tað er ikki bara hart, tað er eisini stuttligt og spennandi: Tú ert tann, ið avgerð veruleikan í tínum teksti!

Frá 1998 til 21013 hevði skeið í kreativari skriving í Tórshavnar Kvøldskúla. Nú havi eg høvundaverkstovur á Listaskúla Føroya nakrar ferðir um árið.

M.C. Escher

M.C. Escher

Eg havi eisini hildið stutt skeið úti á skúlum og fyri áhugabólkum so ymiskum sum pensionistar og lesandi á Fróðskaparsetrinum. Hesi skeið eru fyrst og fremst ein innleiðing í  kreativari skriving, ella snarskriving sum onkur kallar tað. Ein háttur at loysa upp fyri skrivingini og nýta sítt fulla potentiali.

Tey, sum hava gingið á kvøldskúlaskeiðnum hava framleitt heilt fitt av góðum søgum, sum tú kanst lesa HER.

Er tað ikki eitt longri skeið tú ynskir tær, ber til at bíleggja bæði longri og styttri skriviskeið til einstaklingar og bólkar.

Harafturat eru nøkur skriviráð, sum eg eri komin fram á millum ár og dag. Góð ráð, sum meistarar innan skrivikynstur hava skrivað niður til okkara, sum fegin vilja læra.

One Response to Skeið

  1. Pingback: “Skriva eina stuttsøgu” á Háskúlanum - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *