Leikir – Karavella Marionett-Teatur

Dansa so væl og leingi

Nýggjasta uppsetingin er Dansa so væl og leingi.

Hetta er ein lívssøga fyri allar aldursbólkar, børn, ung, vaksin og gomul frá 7-97 ár.

Hetta er 4. leikverkið hjá Karavella Marionett-Teatri. Frumsýning varð 10. apríl í Norðurlandahúsinum.

Les meira um leikin HER.

Les ummæli HER.

Veiða vind

3. leikverkið var tónleikaævintýrið Veiða vind.

Hetta var dramatisering av bókini og tónlistaverkinum av sama navnið eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk. Pallur og marionettir vórðu inspireraðar av myndunum í bókini, sum Janus á Húsagarðið gjørdi. Føroya Symfoniorkestur spældi tónleikin inn. Upprunatónleikurin varð nýttur í leikinum.

Les allar bloggar um leikin og bókina HER.

Skrímslini

2. leikverkið var Skrímslini.

Hetta var dramatisering av fýra fyrstu bókunum um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eftir Áslaug Jónsdóttir, Rakel Helmsdal og Kalle Güettler: “Nei, segði lítla skrímsl”, “Stór skrímls gráta ikki”, “Myrkaskrímsl” og “Skrímslasótt”.

Les um leikin og bøkurnar um skrímslini HER

ella á heimasíðuni hjá Áslaug Jónsdóttir

ella á heimasíðuni hjá Kalle Güettler.

Revurin við silkiturriklæðinum

1. leikverkið var Revurin við silkiturriklæðinum

Hetta var umskriving og dramatisering av kenda ævintýrinum “Køtturin í styvlum” eftir Charles Perrault.

Frumsýning var á Landsbókasavninum á Ólavsøku 2011. Næstan 50 sýningar vóru um alt landið.

HER eru allir bloggar um leikin.

HER kanst tú lesa um Charles Perrault.

Tagged , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *