Fleiri sýningar av Skrímslunum

Upp undir Ólavsøku hevði leikurin “Skrímslini” hjá Karavella Marionett-Teatri frumsýning í Sjónleikarhúsinum. Tá vóru seks sýningar fyri fullum húsum, men tíverri steðgaðu sýningarnar vegna forfall. Nú um vikuskiftið verður leikurin uppafturtikin, hesaferð á Tjóðpallinum.

Sýningarnar verða leygardagin 11. august kl. 15 og 17 og sunnudagin 12. august kl. 15 og 17.

Leikurin er bygdur á bøkurnar um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eftir Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og Rakel Helmsdal. Rakel Helmsdal hevur gjørt leikritið, gjørt marionettir og pallmynd og er dukkuførari. Hedvig Westerlund-Kapnas leikstjórnaði og Árni Baldvinsson og Kjartan Nolsøe Jespersen hjálptu við tøkni. Ole Jakob Nielsen smíðaði.

Bøkurnar um skrímslini eru higartil seks í tali og sjeynda bókin kemur væntandi í heyst. Tær eru skrivaðar á trimum upprunamálum í senn: føroyskum, íslendskum og svenskum, og umsettar til danskt, norskt, finskt, franskt, spanskt og kinesiskt. Tær hava fingið fleiri heiðurslønir og útnevningar og sera góð ummæli í øllum londum. Norðurlendska rithøvundasamstarvið Jónsdóttir/Güettler/Helmsdal er serstakt; ógvuliga fá tvørmálslig høvundasamstørv hava havt so langa livitíð og góð úrslit.

Leikurin “Skrímslini” hevur fingið gott ummæli. Gunnvá Zachariassen skrivar á Listablogginum:

“Vit kenna tey (skrímslini) og teirra trupulleikar so væl aftur í okkara egnu kringlutu mannaverð. Vinalag, klandur, semja, umsorgan, ósketni, ja, alt, sum ger okkara samband við onnur rundan um okkum til tíðir so fløkjut. Í Rakelsa søgum  verður alt tað fløkjasliga fortalt so sára einfalt, rørandi, reinskorið og so stuttligt. Tí dámar okkum beinanvegin hesi sjarmerandi Skrímsl. “Eg eri akkurát sum Stóra Skrímsl!” “Nei, eg eri faktiskt akkurát sum Lítla Skrímsl!” Soleiðis kunnu vit børn og vaksin kjaka við okkum sjálvi um hvønn av teimum ein sjálvur best kann identifisera seg við og hvørs eginleikar vit kenna aftur í okkum sjálvum. Við sama poetiska og  djúpheimspekiliga nærlagni sum t.d. Mumitrøllini hjá Tove Jansson ella vinirnar hjá Palla Pumm. Tey gerast okkara vinir. Vit eru góð við tey. Tí tey ERU bara soleiðis sum tey eru. Gjøgnumførd í sínum karakteri.” Les alt ummælið HER

Atgongumerki verða at fáa 1 tíma undan sýning á Tjóðpallinum, men longu nú ber til at bíleggja við at senda teldupost til karavella.marionett@gmail.com.

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *