Fríggjadagsmyndin: Seinkað hátíðarhald av Altjóða Dukkusjónleikadegnum, 21. mars

Leygardagin fyri lítlari viku síðani, tann 21. mars var Altjóða Dukkusjónleikadagur. Júst hendan dagin var eg í Eysturoynni og hevði eitt áhugavert skeið “Sig søgur so vit minnast tær” fyri starvsfólkum á einum barnagarði , har vit m.a. arbeiddu nógv skuggadukkum. Hetta var ikki versti hátturin at heiðra dagin.

Í fjør hevði eg ætlað at heiðra dagin við eini sýning á Karavella Marionett-Teatri, men tíverri eru vit mitt í venjingartíð í løtuni, so tað varð av ongum í ár. Kanska fer tað at rigga komandi ár….

So í dag vil eg leggja meira enn eina fríggjadagsmynd út. Eg fari í staðin at leggja eitt úrval av  marionettmyndum, eg havi sær á netinum. So kunnu vit fáa eitt lítið innlit í, hvussu stór hendan dukkuleiksverðin er. Tíverri eru hetta myndir, sum eg havi goymt á telduni í fleiri ár, og ikki ber altíð til at finna upprunan til tær aftur. Er nakar, sum veit, hvaðani tær eru, eru tey meira enn vælkomin at siga mær frá. Skal sigast, at eg havi roynt at myndagoogla eftir teimum, men fyri flestu viðkomandi til fánýtis. Vónandi kann hetta fáa onnur at fáa eyguni upp fyri tí ófatiliga fjølbroytni sum finst í hesi serstaka listaumhvørvinum.

Har finst ein Facebook-bólkur um Altjóða dukkusjónleikadagin.

Tagged , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *