FRUMSÝNING! Dansa so væl og leingi

Dansa-so-væl-og-leingi---plakatLeingi er tað, ið væl skal vera, siga tey. Í hvussu so er hevur hesin leikurin verið leingi á veg, tað er næsta tvey ár síðani, at fyrsta hond varð løgd á marionettirnar og ætlandi skuldi leikurin havt frumsýning síðsta summar. Men so skuldi ikki vera.

Men í dag, tann 10. apríl er so frumsýningin av nýggja leikinum “Dansa so væl og leingi”. Sýningin er í Norðurlandahúsinum, har Barnafestivalur er hesa vikuna og marionettleikhúsið stendur í Dansistovuni har eisini framsýning er av øllum 32 marionettunum sum starvast í leikhúsinum og listaframsýning av verkunum Dreymrúm.

Fríggjakvøldið hevði leikurin forpremieru fyri innbodnum áskoðarum og øll í Karavella Marionett-Teatri eru himmal-fegin um, at heilir tveir av áskoðarunum hava gjørt sær tann ómak at skriva eitt ummæli av leikurinum. Vit takka Honnu Jensen og Gunnvá Zachariasen so hjartaliga afturfyri.

Her er ummæli hjá Honnu.

Her er ummæli hjá Gunnvá.

Útselt er til sýningina í dag. Boðað verður frá beinanvegin, tá vit vita nær fleiri sýningar verða. Til ber at bíleggja sýningar eisini. Upplýsingar koma um hetta heilt skjótt.

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

One Response to FRUMSÝNING! Dansa so væl og leingi

  1. Pingback: Leikir – Karavella Marionett-Teatur - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *