Tann 23. juli verður frumsýning av nýggja marionett-leikinum Veiða vind. Veiða vind er tónleikaævintýr eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk, sum kom út í bók í 2011 við myndur eftir Janus á Húsagarði. Symfoniorkestrið spældi tónleikin inn í samband við útgávuna og hesin tónleikurin verður eisini nýttur í leikinum.
Sýningarnar verða á gamla Náttúrugripasavninum á Debesartrøð, og almennu sýningarnar byrja 24. juli kl. 14 og verða hvønn dag fram til 27. juli kl. 14 og 16.