Her byrjar ævintýrið

Mítt arbeiðsborð

Mítt arbeiðsborð. Her er tað, at marionettirnar fáa lív og ævintýrið byrjar. Men sjálvandi kann tað eisini sigast, at søgan byrjar í míni notesbók, har fyrstu skitsurnar til leikin verða skrivaðar. Og ein partur av ævintýrinum byrjaði so eisini í Prag í juni, tí har var so stappandi fult av stemningum og hugskotum, at tað næstan fleyt yvir.

Men søgan byrjar langt, langt áðrenn hetta. Hon byrjar í huganum á eini smágentu, sum er við mammu síni til dukkuleik.

Mamma mín hevði eina barndómsvinkonu, Ragnheiður Skipper, sum saman við manni sínum hevði eitt marionett-teatur. Onkur summur komu tey til Føroyar at spæla, á Landsbókasavninum, og tá fór mamma við okkum at hyggja. Veit ikki nær fyrstu ferð hevur verið, men tað kenst sum øgiliga langt síðani. Gandurin greip meg frá fyrstu løtu.

Seinni vitjaði eisini okkurt ferandi dukkuleikhús í Sjónleikarhúsinum, og hóast eg onki minnist til leikin, so stendur stemningurin í salinum púra klárur fyri mær enn.

Tá eg bleiv eldri, fekk eg pápa mín at gera mær eina træmarionett, sum eg sjálv seymaði klæðir uppá. Hon kom tó ongantíð at rigga heilt sum hon skuldi, helst vistu vit ikki nokk um at festa bond o.t.l. Men hon hekk har sum ein áminning.

Eg havi lisið bøkur omaná bøkur um dukkuleikhús, marionettir, sirkus og annað sum líktist. Eg havi fingist við næstan alt innan sjónleik: verið leikari, seyma búnar, lært at seta ljós, stýrt ljóði, gjørt pall, leikstjórna, lært at skriva leikir, skriva leikir, lært onnur at skriva leikir, verið pallhjálp og framleiðslustjóri. Eg elski sjónleik óendaliga nógv, men eg haldi í longdini, at tað er strævi at arbeiða saman við nógum øðrum fólki, eg trívist best við at gera mítt egna. Marionett-teatur er fyri meg tað ultimativa sjónleikarhúsið!

Eg eri smiðurin: skrivi leikin, skapi leikararnar, geri leiktjøld, búnar, ljós og ljóð.

Eg eri leikari, ljós- og ljóðfólk og leikstjóri.

Tað er bara eg og so áskoðararnir – og tað besta av øllum: Tey síggja meg ikki!!!!

Posted by Picasa
Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.