Høvundaverksmiðja á Listaskúla Føroya

Listaskúli Føroya bjóðar í heyst nógv áhugaverd skeið, m.a. tvær høvundaverkstovur. Tann eina er verkstova um menning av persónunum í tínum tekstum:

kenn3

Kenn tínar persónar, sum tínar bestu vinir

Skeiðslýsing:

Hvat elski eg? Hvat hati eg? Finn meg! Hvat ræðist eg?

Hvussu gert tú fiktivar persónar so livandi, at tú heldur, at tú hevur hitt tey fyrr?

Persónarnir í søgum okkara eru eygu lesarans. Tú, sum skrivar, skalt vita, hvussu og hvat hesi eyguni síggja.

Á skeiðnum arbeiða vit við at menna persónarnar í søguni, fáa innlit í, hvussu vit koma longur inn í teir fiktivu persónarnar og gera teir veruligar.

Vit læra tey at kenna, so vit vita, hvussu tey uppliva hesa søguna, sum vit hava rent tey inn í. Vit læra okkum at elska tey sum okkara bestu vinir, og kortini at vera ónd við okkara kreatiónir, at taka lívið av teimum um neyðugt og geva teirra uppgávur til onnur. Vit fara gjøgnum allar verðsins ræðuleikar saman við teimum, uppliva tað, tey uppliva við okkara egnu kenslum.

Arbeiðsháttur: 

Vit arbeiða bæði hvør sær og í bólkum. Eisini fáa vit vitjan av einum sálarfrøðingi.

Skrá 30. okt. – 1. november 2015

Fríggjakvøld:

Hvussu nógv toli eg av? Hvørji eru míni loyndarmál?

Hvussu nógv toli eg av? Hvørji eru míni loyndarmál?

kl. 17                      Presentatión og framløga um týdningin av at hava góðar persónslýsingar
kl. 19.30                Nátturi
kl. 20 – 21.30       Skriviupphiting + byrjandi útgreingin av persónunum í søgunum hjá luttakarunum

Leygardagur:

kl. 9                        Framhaldandi arbeiði við persónunum
kl. 10                      Bólkarbeiði um persónar
kl. 12                      Døgurðasteðgur
kl. 13                      Skriving í bólkum
kl. 16-18                Upplestur og prát
kl. 19                      Kvøldseta við gestaframløgu

Hvør eri eg? Hvussu hugsi eg?

Sunnudagur:

kl. 9-12                   Skriving hvør sær
kl. 12                       Døgurðasteðgur
kl. 13-14.30           Skriving framhald
kl. 14.30 -16          Drekkamunnur og framløgur

 

Praktiskar upplýsingar:

Tíð: 30. okt. – 1. november 2015 (21 frálærutímar)

Stað: Studentaskúlin í Hoydølum

Kostnaður: 1610 kr (fyri undirvísing í , høli, drekkamun og serfrøðingavitjan). Hetta er eitt byrjanartilboð, sum bara er galdandi fyri skeið hjá Listaskúlanum heystið 15.

Málbólkur: Verkstovan er bæði fyri leik og lærd. Tey, sum eru von at skriva, fáa eitt skump og ein nýggjan vinkul og tey, sum júst eru byrja, fáa hjálp at seta ferð á og leypa upp frá. Skeiði vendir sær til tey, sum fegin vilja skriva søgur, har lesarin kennir seg hava uppliva søgugongdina sjálvur og hava hitt persónarnar.

Krøv til luttakarar: Hvør luttakari skal hava ein tekst við, har minst 2 persónar eru í. Tað nýtist ikki vera ein liðug søga, bara ein góð byrjan.

Tal av luttakarum: 12

Undirvísari: Rakel Helmsdal

tekning: listaskulin@gmail.com

Samband: Um nakar hevur spurningar viðv. skeiðnum, kunnu tit spyrja Rakel (216596, rakel(kurla)helmsdal.fo). Um tit hava spurningar, sum viðv. gjalding o.l. kunnu tit spyrja Listaskúlan listaskulin@gmail.com.

P.S.: Luttakaragjaldið skal gjaldast á konto hjá Listaskúla Føroya, áðrenn skeiði byrjar. Tá tú hevur teknað teg, fært tú kontonummari sendandi.

Kenn-tínar-persónar

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *