Høvundaverksmiðjan “Kenn tínar persónar sum tínar bestu vinir” – útsett til í heyst

header-01

LivaSkriva 2-høvundaskeiði, sum skuldi verið her í juli, varð útsett, tí ov fá teknaðu seg. Har var heilt fitt av fólki, sum segði, at tey fegin vildu á skeiði, men at hetta vikuskiftið tíverri var upptikið. Tað letur til, at fólk hava nógv at gera um summar í Føroyum 🙂

Men fyri tey, sum teknaðu seg, (og tað vóru ikki so fá, bara ov fá til eitt heilt vikuskiftisskeið við tveimum lærarum,) kann eg geva tey gleðiboð, at skeiði ikki er avlýst, bara útsett til í heyst, nærri ásett til 24. til  26. oktober.

Tey, sum teknaðu seg til skeiði hesaferð, hava sjálvandi fyrimun at sleppa við, um fleiri enn 16 luttakarar teknað seg.

Tagged , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.