Hugurin flýgur – listaframsýning við marionettum og dreymum

9. apríl lat framsýningin “Hugurin flýgur” upp í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum.

Dreymrúm 10 - Avstað

Dreymrúm 10 – Avstað

Hetta er mín fyrsta framsýning og tað er ein soloframsýning. Alt á framsýningi eru míni verk. Har eru allar marionettirnar, sum eg havi tilevnað síðani 2011 samt leikhúsið hjá Karavella Marionett-Teatri við pallmyndini til Dansa so væl og leingi. Tó skal undirstrikast, at leikhúsið havi eg ikki bygt sjálv, bara designa. Pápi mín, Ole Jakob Nielsen hevur smíða og funnið loysnir og Árni Baldvinsson hevur gjørt ljósskipanina.

Afturat hesum sýni eg eisini fram verkini “Dreymrúm“, sum eru eitt slag av Tableuax (næstan) vivants; smáir pallar, ið siga frá søgum, teimum søgum sum áskoðarin leggur inn í tær.

Hesi listaverkini eru til sølu. Sig frá uppi í Norðurlandahúsinum, ella set teg í samband við meg á 216596, um tú ert áhugað/ur at keypa eitt Dreymrúm.

(Marionettirnar eru IKKI til sølu 🙂 Man selur ikki sínar leikarar, hetta er ikki fótboltur 😉 )

Her eru myndir av Dreymrúmum á framsýningini.

Her eru myndir av marionettunum, sum verða sýndar fram.

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *