Kanningarferð til Prag – juni 2010 – 2. partur

Eg var til fleiri sýningar í Prag, men avgjørt stórsta upplivingin var leikurin “Aspects of Alice” á “Ta Fantastika – Black Light Theatre”. Eg havi ikki sæð slíkt teatur fyrr og leikurin var ein sansauppliving av teimum heilt stóru. At sita har í bølaniðu, ja veruliga so bølakrunkasvart, at tú ikki sært tann sum situr undir liðini á tær, og uppliva gandakendan leik á pallinum, har alt ber til, tyngdarmegin er upployst og litirnir eru tvífalt so klárir sum í ljósi. Kemur tú til Prag, so far í “Ta Fantastika”!!! Kanska vísa tey aftur Aspects of Alice.

Inngongd til Ta Fantastika – Black Light Theatre
Uppi yvir einum øðrum marionettleikhúsi, sum eg ikki náddi á hesum sinni var hetta! Avgjørt ein inspiratión til mítt leikhús.

Hendan lítla gentan var umleið náttúrliga stødd og sat høgt, høgt uppi á einum húsi, har annars ongin onnur dekoratión var. Eina lítla løtu helt eg, at hon var verulig!
Bara eitt vakurt navn á einum portri.

Posted by Picasa

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *