Karavella Marionett-Teatur søkir høli

Leikárið 2014/15 verður nýggi leikur, sum í løtuni gongur undir arbeiðsheitinum “Dansa so væl og leingi”, settur upp á Karavella Marionett-Teatri.

Leikhúsbilurin í guds frí náttúru

Leikhúsbilurin

Vanliga er Karavella Marionett-Teatur eitt ferðandi leikhús, men tá nýggjur leikur skal setast upp, er neyðugt við føstum høli í uml. 1 ½ mánað.

Í trý ár havi eg vant í summarfrítíðini, tí tá eru skúlar o.l. stongd og hava tøk høli, men tað er hart at arbeiða meir enn fulla tíð, tá børnini hava summarfrí, altso míni egnu børn! Eg havi ikki havt summarfrí saman við teimum í trý ár, so í fjør avgjørdi eg, at hetta skuldi eg ikki gera aftur. Eg vildi ikki venja leik, meðan tey høvdu frí! At eg siti í verkstaðnum ella við telduna  er í lagið, tí tá eri eg kortini meir ella minni tøk, men ikki undir venjing.
20140619_7728Hetta vísir seg tíverri nú at hava meira ella minni katastrofalar fylgjur. Eg leigaði mær innivist í Sjónleikarhúsinum fyri 10% av míni inntøku fyri sýningar, men tey hava latið standa opið til høli, eg hevði leigað, og herverk var framt á leikhúsið. Heldur ikki kundi eg vera har nógv longur enn til miðjan august, og tað var annars júst tá, eg skuldi undir venjingarnar.

Gamla Náttúrugripasavnið, sum var so vinarligt at læna mær høli í fjør, hevur ikki longur tøk høli, so nú standi eg við ongum. Eg spurt bæði til høgru og vinstru, men higartil úrslitaleyst. Eg havi snøgt sagt onki høli at seta upp mín nýggja leik, tí eg havi ikki ráð at gjalda tær nógvu túsund kr/mðr, sum okkurt høli í Havnini vanliga kostar.

20130126_9401Altso:

  • Karavella Marionett-Teatur søkir høli í Havn, ( helst ikki ov langt úti í útjaðaranum, tí eg má ofta aftur og fram, meðan eg geri leiktjøld).
  • hølið má í minsta lagið verið 2,20 m høgt og 3 ½ m breitt og nakað longri.
  • tað nýtist ikki at hava vindeygu
  • má vera turt og nøkulunda heitt
  • onkur atgongd til wc
  • ikki ov ringt at sleppa framat, (ikki 5 hæddir uppi við trappum allan vegin, tí leikhúsið skal jú berast inn í tað 🙂 ).
  • lágan leigukostnað
  • má vera tøkt frá uml. 11. aug. til 26. sept og kanska eisini frá 20. okt og tvær vikur fram.

Um nakar hevur eini slík høli, ella veit um tað, hevði eg verið ófatiliga takksom, um tit settu tykkum í samband við meg á rakel.helmsdal@gmail.com.

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

One Response to Karavella Marionett-Teatur søkir høli

  1. Pingback: Herverk á Karavella Marionett-Teatri - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *