Karavellin til Suðuroyar í komandi viku

plakat_Pakkhús Tann 24. – 27. februar verður Karavella Marionett-Teatur á turné í Suðuroy.

Líka síðani leikhúsið var sett á stovn í 2011, hava trúgvastu stuðlarnir hjá Karavella Marionett-Teatri verið í Suðri. Bæði “Revurin við silkiturriklæðinum” og “Skrímslini” vóru sera væl móttikin og sýningar vóru fleiri staðni í oynni báðar ferðir.

Hesaferð verða 5 sýningar á trimum støðum.

tekstplakat_SuðuroyTað er tónleikaævintýri Veiða vind, sum er á skránni hjá Karavella Marionett-Teatri hetta leikárið. Søguna eigur Rakel Helmsdal og tónleikin Kári Bæk. Upptøkan av tónleikinum, sum Føroya Symfoniorkestri gjørdi, verður nýtt í sýningini og leikarar og pallmyndir eru gjørdar við íblástri frá myndunum hjá Janusi í Húsagarði.

Søgan er um tvey smá systkin, sum spæla úti ein apríldag og stórabeiggja teirra, sum skal ansa teimum. Hugflogið hjá børnunum gevur náttúruni og árstíðunum lív.

Sýningarnar verða í Pakkhús 4, í Hvalbiar skúla og í Mýrisnípuni.

Lítlibeiggi, álvagentan Vár og drekin Heyst hava hug at royna pallin

Lítlibeiggi, álvagentan Vár og drekin Heyst

 

 

Tagged , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.