Leggja lunnar undir framtíðina

Orkesturdagar í Norðurlandahúsinum

Mánamorgunin fóru tvey børn av Debesartrøð spent niðan í Norðurlandahúsið til Orkesturdagar hjá Musikkskúlanum. Hjá tí yngra var hetta fyrsta ferð og tí bæði spennandi og eitt sindur ræðandi. Hvat nú, um hini dugdu nógv betur? Hvat um hann ikki fekk fylgt við?….

Men har gingu ikki nógvir minuttir, áðrenn tað var greitt, at hetta ikki var nakar trupulleiki. Orkesturleiðarin hjá yngra orkestrinum dugdi at fáa tey at flenna og kenna seg sum heima, og skjótt spældu tey saman, sum høvdu tey ongantíð gjørt annað.

20140128_9620

1. orkestur venur undir leiðslu av Ólavi Olsen

Tað kennist næstan sum gandur, at síggja hvussu tað ber til at fáa so smá børn at spæla so mikið væl saman, hóast nógv teirra kanska ikki hava spælt í orkestri fyrr. Hetta ber prógv um góða undirvísing til gerandis og orkesturleiðarar, sum bæði duga og tíma væl at arbeiða saman við børnum.

Miðlingurin hjá mær er meira vand, hevur verið á blásaradøgur fleiri ferðir fyrr. Hon var í miðlingaorkestrinum, sum vandi næstan fimm tímar hvønn dag hesar báðar dagarnar. Tey høvdu sjálvan orkesturleiðaran hjá symfoniorkestrinum at venja við sær. Hetta var ein stórur bólkur, helst eini 60 børn og ung og tað krevur bæði vældisiplineraðar tónleikarar og ein dugnaligan leiðara at fáa vælljóðandi tónleik burturúr.

20140128_9632

2. orkestur venur

Stemningurin í Norðurlandahúsinum var góður hvørja ferð eg kom á gátt eftir antin einum ella hinum barninum. Antin vandu tey hugagóð ella vóru steðgir, har øll hugnaður sær saman. Ongin gangur, bara róligar løtur, har matpakkar vóru etnir og vinarløg stimbra.

Konsertin

20140128_0009

Spentar gentur undan konsertini

Týskvøldið kom so stóra løtan, endabresturin á hesum báðum døgunum: Konsertin!

 

Tað var hátíðarligt hjá børnunum at koma inn í salin, øll konsertklødd í myrkum klæðum akkurát sum teir vaksnu tónleikararnir, tá symfoniorkestri spælir. Tað var skipað so væl fyri, at allir um 170 tónleikararnir kundu vera inni í salinum, tey bæði yngru orkestrini undir balkongunum og Landsorkestrið, sum skuldi enda konsertina á balkongini og lurtaði, so øll fingu hoyrt tónleikn hjá hvørjum øðrum.

1. orkestur:

Tey yngstu áttu fyrst pallin. Tað var rørandi at síggja hesi smáu børnini, tey flestu millum 7 og 10 ár, sum so spent sótu við ljóðførunum, klár at gera sítt allarbesta fyri einum fullum sali av áskoðarum. Tey spældu fýra stykkir, sum vóru vælegna til høvi, stuttlig og við “futti” í. Jens Knudsen var frásøgufólk, at var eins nærlagdur við hesum stykkjunum, sum han var hjá teimum vaksnaru tónleikarunum.

20140128_0021

1. orkestur klárt at spæla sín part av konsertini. Jens Knudsen er frásøgufólk.

Sjáldan hevur  yngra orkestri spælt betur enn hetta. Tað ber næstan ikki til at ímynda sær, at hesi 30 børnini bara høvdu vant saman í 4 tímar.

2. orkestur

20140128_0023

Konsertin hjá 2. orkestri

Miðlingarnir vóru sera væl fyri. Tey spældu fimm nokkso ymiskum stykki. Tað vakrasta var eitt stykki sum æt “Lost Mountain” eftir Jey Bocook. Her gav Jens Knudsen eina frálíka introduktión, so stykki gjørdist enn meira áhugavert at lurta eftir.

Dótturin helt sjálv, at march’urin úr 2. symfoni hjá Tchaikovsky gekk best, og eg eri samd við henni í, at hann ljóðaði væl. Hesir ungu tannáringarnir eru dugnalig og innan langa tíð fara fleiri teirra helst at sita í Landsorkestrinum.

Hetta orkestrið hevði ein serliga áhugaverdan salgverksbólk: fimm smáar leikarar sum ikki vóru eldri enn tey í fyrra orkestrinum, men sum til fulnar og við stórari gleði fyltu leiklut sín upp her hjá teimum stóru.

Føroya Landsorkestur

20140128_0039

Landsorkestrið undir leiðslu av Bernharði Wilkinson

At enda kom so Føroya Landsorkestur, sum er orkestri hjá teimum hálv- og heilvaksnu blásarunum. Orkestri er ikki fyri einhvønn, men krevur upptøkuroynd og royndartíð sum eitt professionelt orkestur. Hetta orkestri svarar í roynd og veru til eitt symfoniorkestur, bara uttan streingjaljóðførini, sum vanliga eru meginparturin av einum symfoniorkestri. Sera nógvir dugnaligir blásiljóðførsitónleikarar eru í Føroyum, men av tí at so fá pláss eru fyri teimum í symfoniorkestrinum, varð Landsorkestrið stovnað. Soleiðis fáa dugnaligu blásararnir eisini fáa møguleika at spæla í orkestri, eftir at tey eru vaksin frá teimum yngru musikkskúlaorkestrunum. Tað kennist jú onkrusvegna sum spill at útbúgva eina rúgvu av góðu blásarum og so ikki loyva teimum at spæla longur, tá tey gerast vaksin og dugnalig. Tað eru serliga træblásararnir, sum ongan annan møguleika hava at spæla í orkestri enn júst í Landsorkestrinum. Messingblásarar kunnu fara upp í tey mongu hornorkestrini.

20140128_0042

Bernharður Wilkinson hevur tamarhald á øllum við einum lítlum veitri við dirigentstavinum.

Landsorkestrið spældi í gjárskvøldið eisini frálíka væl, men persónliga helt eg, at skráin ofta hevur verið meira áhugaverd. Øll stykkini vóru í tí rútmiska endanum, og eg saknaði tey vøkru klassisku stykkini, sum Landsorkestri fyrr hevur havt á skránni. Tey, sum spæla í hesum orkestrinum eru so mikið vaksin, at tað ikki eigur at verða neyðugt at “lokka” tey til at spæla, við at velja eitt rútmiskt repertoire, sum tað kanska er neyðugt við nógvum av teimum yngru tannáringunum. Ikki tí, tey rútmisku stykkini vóru væl spæl og swingaðu, men eg frøddist mest um teir báðar Gershwin-klassikararnar “It Ain’t Necessarily So” og “I Got Plenty O’ Nothing”, úr Porgy and Bess, sum gestasangararnir Mike Viderø og Rasmus Vigant Samuelsen sungu so frálíka væl.

Farið væl við eldsálunum

20140128_0051

Tvey fegin og errin børn eftir konsertina

Fyri meg og míni vóru orkesturdagarnir ein stór uppliving. Tað er ótrúliga gott at síggja, at teir dugnaligu lærararnir og tónleikarnir á Musikkskúlanum hava so nógva tíð og orku at geva av. Tey eru ikki bara inspirerandi lærarar dagliga, men eisini seta tey slíkt sum hesar orkesturdagarnar upp, har teir ungu tónleikararnir kenna seg settar í sentrum. Tey fáa bestu hølisumstøðurnar í landinum at spæla í og fult uppmerksemi frá professionellum tónleikarum. Musikkskúlalærararnir eru ikki bara lærarar tann hálva tímanum av soloundirvísing um vikuna, men geva fegin meira. Tey vilja geva tónleikarunum eina framtíð sum tónleikarar, geva teimum gleðina av at spæla í orkestum, nakað sum helst ger, at tey ikki so lættliga gevast við ljóðføri sínum, tá tey gerast tannáringar. Tey gera eitt risastórt arbeiði fyri framtíðina í føroyskum tónleiki.

Tí var tað heldur enn ikki hugstoytt at hoyra í tíðindunum í morgun, at Tórshavnar Kommuna ætlar at gera eina ítrottarhøll afturat, men enn sæst onki til nýggja musikkskúlan, sum eini 1500 børn eru á biðjilista til. Allar hesar eldsálirnar og næmingar teirra nýtast ein nýggjan musikkskúla so skjótt sum gjørligt!

Eldsálir eru júst tað, sum orðið inniheldur: Eldsálir….. Eldur brennir út, um onki verður lagt afturat. Og tað er langt síðani lagt var afturat her frá almennari síðu…

Tagged , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *