Leikarar: Drekin Heyst

Karavella Marionett-Teatur hevur faktisk ein dreka í starvi, Kreslit, sum er komin úr Prag. Trupulleikin er, at Kreslit er í so stórur, passar næstan ikki inn á pallin og skal harafturat stýrast við tveimum hondum. Fyri tað triðja fáa børnini í Veiða vind-leikinum ikki sitið á bakinum á honum. So onki annað er at gera, enn at fara undir ein nýggjan dreka. Tað havi eg ongantíð roynt fyrr, so tað verður spennandi!

Soleiðis teknar Janus drekan Heyst. Hann nýtti eg sum frimil.

Høvdið næstan liðugt modellerað

Eyga, sum er bílagt á Etsy, er sett í og kjálkarnir eisini lidnir.

Málaður og settur saman við reiðmanni á bakinum

Nærmynd av lidna høvdinum

Frambein

Bakbein

Næstan settur saman. Enn manglar sjálvandi at pussa og mála beinini og gera veingir

Og so er tað tann stóri spurningurin: Hvussu geri eg hetta til eina einhondsmarionett?? Eg finni nokk onkra loysn komandi dagarnar………

Tagged , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.