Leikhúsið flytur út

Nú nærkast 1. venjingardagur av álvara, so Karavella hevur tryggja sær nýtt høli at venja í, har vit sleppa at vera, til framførslurnar vera, – væntandi um Ólavsøkuleitið.

Í gjár fluttu vit úr hølinum hjá P/F Poul Hansen á Bryggjubakka, har leikhúsið hevur staðið síðani sýningarnar í januar. Tveir hjálparar hevði eg: Sirius Jógvansson Helmsdal, sum undirhelt og stuðlaði og Ole Jakob Nielsen, sum, sum altíð, gav eina stóra hjálpandi hond við, tá leikhúsið skuldi flytast út. Hann pakkaði eisini niður vøkru lampuframsýningina hjá Gallarí Trælist, sum hevur hingið í hølunum.

Her er myndafrásøgn:

Fyrst tøma vit alt av pallinum

Fyrst tøma vit alt av pallinum

20130611_3798

Her avdúka vit eitt loyndarmál! Inni í laikhúsinum ber til at skriva stikkorð við kriti, at minna á slíkt, sum onkuntíð kann verða gloymt…

20130611_3796

Ikki at Ófriski plagar at vera gloymt, men skuggin hjá tí var onkuntíð nakað seinur at koma uppá pláss.

20130611_3794

Bara ein tómur pallur

20130611_3791

Skrímslakettan fer eina seinastu ferð niðan á pallin

20130611_3801

og sigur sína seinastu replikk: Miauuuu!

20130611_3806

Pallurin verður tikin sundur

20130611_3815

Leikararnir flyta inn í kassan aftur. Skrímslini fáa nú frí. Tey flyta heim handan Á at hvíla seg og práta um alt sovorið stuttligt, sum leikarar gera eftir eina uppseting: “Minnist tú, hinaferðin tú gloymdi at…” HA HA HA “Og minnist tú, tá NN var fastur í einum seymi og skræddi buksurnar…..” HA HA HA…..

20130611_3819

Nær eru vit liðug?
Har er mark fyri, hvussu tolin man kann vera, serliga tá hevur eina reservaraða bók bíðandi á bókasavninum.

20130611_3817

Týdningarmikið at minnast til krókar og hekti, sum sita eftir. Gott at onkur longri enn eg kann taka teir niður 🙂

 

Tagged , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *