Løgið treiskni :-)

Onkuntíð kann man koma út fyri eini so løgnari lítlari hending, at man kann ganga og smáflenna at henni í dagar.

Tá eg fyri nøkrum døgum síðani var og “lat børnini inn” á stovn, var ein øgiliga ferðsluruðuleiki millum stovnarnar báðar (skal viðmerkjast at barnagarður og vøggustova liggja hvør síni megin ein smalan veg við nógvar ferðslu). Hetta var fyri seg onki óvanligt, har er ofta eitt sindur av ruðuleika millum 5 min. í 8 til 5 yvir, men hendan dagin bar av.

Tá eg fór inn í barnagarðin við eldra barninum, stóðu bilar fastir og bíðaðu og tá eg kom út aftur og skuldi yvirum við minna barninum, stóðu somu bilar enn og bíðaðu. Førararnir sóu sera ónøgdur út.

Tá eg komi inn í stovuna hjá lítlanum, stendur pedagogurin og flennir:

“Sært tú handan har?” sigur hon, “nú ger hann tað aftur.”

“Hvat?” spyrji eg undrandi og skeiti út á gøtuna.

“Hasin maðurin vil ikki bakka,” grínur hon, “hann heldur fast uppá, at hann eigur at koyra, hóast hann so setur ferðsluna í gøtuni fasta í ringastu meldurtíð.

Tá síggi eg, at ein bilur stendur og blokerar fyri allari ferðslu omaneftir. Nakrir bilar eru parkeraðir á vegnum oman, tí foreldur eru inni við børnum og tí sleppur bara ein bilur í senn oman tað strekki av vegnum, men hesin serskølturin hevur stillað seg so, at ongin sleppur framvið honum. Hann vil ikki vika seg, tí hann er ikki í tí síðuni, har bilar standa parkeraðir. Hann hevur í princippinum rætt at koyra, men tað er bara tað, at hinir bilarnir hava ongan kjans at bakka fyri at lova honum framvið, tí aftanfyri tann 1. bilin standa einir 50 aðrir, sum skulu sama veg.

Eina løtu haldi eg, at nú er sloppið, tí eitt foreldur kemur út og flytur tí tann bilin, sum er næst við tann treiska, men hvat ger hann!?

Hann koyrir eitt pláss fram!!! Og so stendur líka fast sum áður. Ongin er sloppin ígjøgnum.

“Hygg,” sigur pedagogurin, “Soleiðis ger hann altíð. Hvørja ferð tað sama. Hann heldur uppá sín rætt, líkamikið um hann forðar einum 100 fólkum at koma til arbeiðis.”

Ein maður úr einum av teimum blokeraðu bilunum rennur fram til apuspjótið.

Nú er verða sloppið, hugsi eg. Men nei, tá næsti parkeraði bilurin fer, kroystur hann seg aftur eitt pláss fram. Ein av blokeraðu bilunum sleppur tó ímillum. Allir hinir standa eftir.

Klokkan er nú farin væl av 8 og vanliga plagar gøtan at vera tóm um hetta mundið. Nú er hon rokað!

Tvær ferðir afturat má onkur oman at skelda, áðrenn tann treiski skilur, at um hann ikki vil bakka, so má hann í hvussu so er lata vera við at koyra fram.

Eg flenni allan vegin heim, tað kann eg saktans, eg eri mín egni arbeiðsgevari og tvørballið gevur mær tilfar at skriva um, men neyðars øll tey børn, sum komu ov seint í skúla og øll tey foreldur, sum eisini komu ov seint, tey flenna helst ikki so nógv. Tey munnu biðja ilt yvir hatta tvørballi í fleiri tímar.

Eg flenni enn 😀

Men guviti hví hann ger hatta?

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *