Massimo D’Angeli – fjórði leikarin

Aftaná Vilmu Myska varð Massimo D’Angeli gjørdur. Hann er ein, ið helst skal kunna leika hetjuleiklutir og líknandi. ì “Revinum við silkiturriklæðinum” fer hann at leika prinsurin. Tað er ein lítil leiklutur, men Massimo var kortini glaður um tilboðið. Hann er helst ættaður úr Italia, men hann er heldur loyndarfullur um uppruna sín, so vit vita tað ikki við vissu.
Her eru nakrar myndir av Massimo. Hann hevur enn ongan búna, men hann verður tann næsti sum seymast skal uppá. Massimo er gjørdur úr hvítum dukkuleiri, tí tann húðarlitti var útseldur í 2×3 rættiliga leingi.

Massimo

Kropslutir av Massimo

Massimo er klárur at mála og seta saman

Massimo verður málaður

og settur saman.

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *