Mínir útlendsku leikarar



Tá eg fyri skjótt nógvum árum síðani hitti húsbónda mínum, Jógvani, sendi hann mær hesa dansimarionettina, sum hann hevði havt heim við úr Rajastan, til gávus. Tá var eg so smátt farin at gera ætlanir um mítt egna leikhús, og dansimarionettin var góð at venja við. Hetta var í 2001 og árið eftir kom okkara egna lítla livandi marionett uttan træðrir, Felisia. So í nógv ár hevur ikki verið pláss til marionettætlanir, ikki fyrr enn nú, tá bæði Felisia og lítlibeiggi Sirius og stóribeiggi Gwenaël kunnu hava tað stóru gleðina, at verða fyrstu áskoðararnir. Tað er nú ivasamt, um dansimarionettin sleppur á pallin, hon er í so stór, men hvørt veit, kanska hon tekur ein swingom framman fyri pallin av og á!
Drekin her kom við mær heim úr Prag í juni 2010. Hann var alt ov dýrur, men eisini alt ov fantastiskur til at lata vera eftir har. Fann hann hjá Truhlar Marionety, sum eisini góvu mær nógva og góða vegleiðng um marionett-teatur.

Hesin faboulus mister Fox hekk eftir, tá eg fór heim úr Prag, og tað skar meg í hjarta, at lata hann vera eftir, tí betri marionett finnur tú ikki, eitt lítið mekaniskt vidundur. Hann er ein einhondsmarionett (ein stóru fyrimunur í einum einkvinnuleikhúsi) og so úttrykksfullur, at tú heldur, at hann er livandi. Men hann var enn dýrari enn drekin, soe…. ja, so gekk tað, sum tað gekk……
Gloymdur var hann ikki, so tá pápi mín og beiggi mín fóru til Prag sama heyst, bað eg teir fara ein túr inn til Truhlar Marionety. Og hvør hekk har?! Ongin annar enn revavinur mín! Eg haldi, tað var eitt greitt tekin: tað var ætlanin, at hann skuldi vera mín. Pápi og bróðir keyptu hann heim við fyri meg og her er hann fyribils: mitt í mínum bókasavni og bíðar eftir sínum fyrsta leikluti í mínum fyrsta leiki, har hann verður høvuðsleikari!
Posted by Picasa
Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *