Myndabók, myndprýdd stuttsøga og yrking – útgávurnar í 2017

Tríggar útgávur varð tað til í 2017, allar komu seint á árinum.

Tann stórsta av teimum var myndabókin Neyðars skrímsl, tann 9. skrímslabókin. Sum hinar Skrímslabøkurnar er hon eitt óvanligt samstarv millum tríggjar høvundar út trimum londum, Áslaug Jónsdóttir úr Íslandi, sum afturat at vera høvundur eisini ger flottu, úttrykksfullu myndirnar til bøkurnar, Kalle Güettler úr Svøríki og undirritaða. Vit hava arbeitt saman við skrímslunum síðani vit í 2001 vóru á høvundaverkstovu saman á Biskops Arnö í Svøríki.

Í Neyðars skrímsl (á íslendskum: Skrímsli í vanda, á svenskum: Monster i knipa) skulu skrímslini bæði taka støðu til at Loðskrímsl av ókendum áðum ikki kann fara heim aftur. Hvussu gestablíður ert tú í roynd og veru, tá gestirnir ikki ætla sær heim aftur? 

 

Onnur útgávan er stuttsøgan Tú ert púra svøk! Hon varð prentað í Mín jólabók 2017.

Hetta er søga við myndum, um lítlusystir, sum torir alt. Stóribeiggi er bangin um tey, men kanska alt gongur væl kortini, tá man ikki stúrir?

 

Myndirnar eru eisini mínar egnu. Tær eru tiknar úr hesum Dreymrúminum.

Triðja útgávan var nakað so óvanligt sum tvær yrkingar!

Eg havi ikki skrivað nógvar yrkingar, tað er ikki heilt mín stílur, men einaferð fyri næstan tveimum árum síðani fann eg út av, at tað bar til at seta tekstir øðrvísi upp, so tað sá út sum ein yrking. Tað kennist eitt sindur sum at snýta, men kanska er tað ikki so. Í hvussu so er varð yrkingin, sum eg sendi inn til Vencil í summar, tikin við og prentað í nýggjasta Vencilin, sum kom út á Bókadøgunum 2017. Í Føroyum ert tú onkursvegna ikki rættiligur rithøvundur fyrr enn tú hevur skrivað yrkingar, so nú kann eg kanska endiliga nevna meg rithøvund 😉

Yrkingarnar eru tvær og kallast: Dreymrúm: Lívið, alheimurin og alt og Dreymrúm: Koparprent.

 

Tagged , , , , , , , , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *