Myndlist

Eg havi síðani 2011 gjørt marionettir. HER ber til at síggja tær flestu teirra.

Fyri jól í 2014 fór eg at gera 3víddar myndir, sum eg kalli Dreymrúm ella Tableux vivants, smáir heldur surealistiskir pallar, har áskoðarin sjálvur kann ímynda sær, hvør søgan er. Á Ólavsøkuframsýningini 2015 slapp ein av myndum mínum gjøgnum nálareygað og í apríl 2016 hevði eg soloframsýning í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum.

Tableaux vivant er eitt slag av performance list, sum serliga nýtt í 1800-talinum, fram til livandi myndir á filmi gjørdust vanligar. Tableaux vivant hava sín uppruna í miðøld, har tað ofta vóru átrúnarligar pallsetingar.

Undir framførsluni av einum tableau vivant skuldu luttakararnir ímynda persónar úr bókmentum, myndlist, søgu ella gerandislívi. Tá tjaldið fór frá, stóðu leikararnir frystir í eina ávísa tíð. Pallsetingin hevði stóran týdning, uppstilling, búnar, sminka, ljós og andlitsbragd. Onkuntíð var yrking lisin ella tónleikur spældur á pallinum og ofta var stór ramma sett um pallin, so tað var greiðari, at hetta skuldi ímynda eina málaða mynd.

Tá fotografiið varð uppfunnið, nýttu fotografar eisini hesi tableaux vivant, og nógvir fotografar arbeiði við tí slíkum.

Tableaux vivant hava altíð havt mín áhuga, og nú stutt síðani fann eg uppá at gera míni egnu tableaux vivant, (tó kortini ikki eru heilt vivant). Eg geri pallsetingar í eini rammu, smáar standmyndir, har figurarnir eru frystir í eini ávísari rørslu. Onkrar hava innbygdan tónleik og ljós. Sum í einum sjónleiki ella aðrari sýning, fylgir ongin frágreiðing við. Søgan er tann, TÚ heldur er søgd her.

Mín dreymur er at læra meg at tekna, so eg lættari kann gera allar tær myndir, eg havi í hugfloginum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *