Noctiluca Miliaris

Skriva til summarsendingina Kon Tiki hjá Birgir Kurse í Útvarpinum summarið 1999

noctiluca
Tað er heldur seint á kvøldið. Staðið er ein gomul sjómansølstova á kaiini. Inni er hálvaskýmt, luftin et tjúkk av pípuroyki, ølroyki og menniskjaroyki. Í einum króki spælir onkur uppá eina sorgblíða harmoniku.

Nógv fólk er inni, við flestu borðini hava 3-4 fólk stungið høvdini saman og sita og práta lágmælt, í krókunum sita teir einsamallu, ið helst hevur fingið ov nógv innanborða.
Við eitt borð mitt á gólvinum situr ein gamal hvíthærdur sjómaður, andlitið er reyðblettut av ov nógvum vindi og alkoholi. Veldugu slitnu hendur hansara næstan neyðhalda um ølkrússi. Alt kvøldið hevur hann sitið tigandi og start niður í borðið. Nú ressast hann knappliga og sigur við rópandi fullamannarødd:
– Tey siga, at havið bara tekur, men høvdu tey bara vita! Hoyri tað eg havi at siga. Tit høvdu ikki trúð tí, um tit so hoyrdu tað við egnum oyrum!
Øll ølstovan hevur vent sær ímóti honum, prátið steðgar, ja, sjálvt harmonikan steðgar næstan, ella spælir í hvussu so er ein óvanliga langan, spakuliga tóna. Næstan øll venda tó beinanvegin aftur til sítt prát, fullamannatvass er so vanligt her. Men gamli heldur á.
– Ja, eg sigi tykkum, tit høvdu ikki trúð tí, um tit sóðu tað vit tykkara egnu eygum!
Onkur setist nú av álvara at lurta eftir sjómanninum. Gamli kennir tað á sær, festir sær í pípuna, harkar og hevjar røddina eitt sindur afturat:
– Mær dámdi ongantíð, at tær komu umborð á Hydru, konufólk umborð á einum langfaraskipi, tað er ikki rætt, men skiparin ger sum honum lystir. Gamli froysir illsliga.
Tvíburðasystrar vóru tær, ikki meiri enn eini 5 ára gamlar, sum tveir dropar av vatni. Smáum einglum líkturat tær, men høvdu vit slept einum flokki av villum apum út á dekki, høvdu vit ikki havt meiri rok av teimum. Tær vóru allastaðni, afturi, frammi, í stýriborð, í bagborð, í kabússuni, í lugarinum. Manningin gekk øll sum hon var við hjartanum í hálsinum, altíð klár at renna eina hond út eftir einum barni sum hekk og spjálkaði í togverkinum ella grulvaði niður í lastina. Satt at siga var tað løgið, at tað vardi so leingi, áðrenn vanlukkan hendi.
Tað hevði verð av ringasta veðrið í tveir dagar, men móti kvøldið makaði hann vindin. Hetta var seint á summri, so ikki var myrkt fyrr enn næstan á miðnátt. Tá kom róp í.
– Komi upp á dekkið allir samlir, ljóðar frá skiparinum, hesa sjónina mugu tit ikki missa!
Teir, ið ikki eru á vakt, koma gruggutir upp, men steðga knarrinum í tí teir traðka upp á dekkið.Alt lýsur! Mastrar, tog, segl, ja allur skrokkurin á Hydru lýsur, og hvør einasti aldutoppur, á tí nú nógv stilnaða havinum er sjálvlýsandi. Mureldur! Ongantíð hevði eg sað so nógvan mureld sum hetta kvøldið.
– Klara góða, far oman eftir gentunum, sigur skiparin til konu sína, hetta mugu tær síggja.
Klara hevur hug at mótmæla, men kemur kortini løtu seinni upp við teimum svøvndruknu gentunum. Í tí tær síggja mureldin klárvaknað tær. Tær standa púra býttar og stara.
– Pápi, hvat er hatta?
– Hatta er mureldur, tað eru smá djór, sum eru blást upp úr havinum, Noctiluca Milaris eita tey.
– Noctiluca Milaris!? sigur ein av tvíburðunum undrandi, men loypur so aftaná hinari, sum er strokin aftur í reyv at stara niður í kjalarvørrin, sum lýsur allur sum hann er.
– Camilla, Carlotta klintir ikki upp! Eg havi sagt tað túsund ferðir! Tað er mamman sum rópar. Men ov seint er, áðrenn nakar fær gjørt nakað er tann eina av gentunum farin fyri borð.
– Camillaaaaaaaa! Carlotta skríggjar, skiparin brølar sum eitt ótt, øll manningin tysjar aftur í reyv. Bara Klara stendur eftir sum nelgd.
– Setið bátin út! Blakið bjargingarringarnar út. Rebið seglini!
Boðini frá skiparanum eru høpisleys. Hydra siglur fyri fullum seglum, hóast vit fáa steðga henni, og sett bátin út, fer smágentan langt síðani at verða horvin til tað tíð, eisini um hon fær fatur á einum bjargingarringi. Hon er jú bara eitt barn, og havið er kalt.
Ongantíð havi eg sæð nakra skipsmanning arbeitt so skjótt og væl saman. Bátur var settur út, meðan Hydra enn silgdi við helvtina av seglunum, og menninir róðu sum óðir.
Sjónin var bæði bergtakandi og óhugnalig. Báturin, árarnar og spruttið av árunum, sum legði seg á mennirnar lýsti alt sum tað var av mureldi og umborð hoyrdist grátur og tannagrísl.
Gamli sjógarpurin steðgar á eina løtu. Øll ølstovan situr í andakt og lurtar eftir honum, tú kundi hoyrt eina nál dottið á gólvið. Gamli nýtur tað.
– Sjálvandi var tað alt samalt til fánýtis. Menninir róðu runt og runt og leitaðu har tað kundi hugsast at vanlukkan var hend. Ímeðan fór ferðin meir og meira av Hydru, og at enda lá hon still. Har hoyrdist bara higstrandi gráturin av Klaru og aldurnar, sum spakuliga slógu móti skrokkinum.
Tá brádliga rópar hin tvíburðasysturin, sum øll tykjast hava gloymt hesa løtuna:
– Hygg mamma, hygg Camilla! Noctiluca Milaris hevur hana!!
Klara og skiparin leypa yvir stýriborðsmegin har Carlotta peikar.Ja, eg sigi tykkum, hevði eg ikki sæð tað við mínum egnu eygum, so hevði eg ikki trúð sjónini eg sá. Langt burturi á svarta náttarhavinum sást ein lýsandi blettur, og frá honum gekk ein lýsandi tráur inn til Hydru, ja beint til har sum Carlotta stóð og peikaði.
Menninir í bátinum varnaðust tað, og róðu straks móti blettinum. Ja, tit siga púra vist, at hetta ber ikki til, men eg veit tað, tí eg sá tað. Tá Camilla fór fyri borð, datt hon niður á ein stóran flaka, sum lá og rakst á havinum. Hon var svímað, men tað var alt.
Ja, eg veit, eg veit. Har er alt ov nógv sum ikki ber til. Hugsi tykkum hvat var hent, hevði Hydra ret á handan flakan, so vóru vit øll kanska farin. Hugsi tykkum, um ongin mureldur var, so hevði Carlotta ikki sæð flakan. Og hevði hatta lýsandi bandið ikki verið, hevði hon heldur ikki sæð hann. Og hvat var hatta bandið?
Eg dugi ikki at svara uppá hatta, eg veit bara, at tað var so. Noctiluca Milaris gav Camillu frá sær aftur, havið gav okkum barnið aftur.
Gamli tigur. Nú hann hevur sagt søgu sína, er tað sum alkoholið aftur vinnur á honum. Hann starir niður aftur, og fáar minuttir seinni liggur hann og svevur niður á borðið. Hann rýtur harðliga.
Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *