Nógvar tilvildir og enn fleiri vælvildir…..

Tann 19. september var ein sera spennandi, men ja, skal eg siga sum er, nervauppslítandi dagur.

Eg svav næstan ikki náttina fyri, og tað skal líka viðmerkjast, at eg vanliga sovi sum kópurin. Lá alla náttina og hugsaði um, hvat skilagott eg kundi siga, tá eg dagin eftir skuldi standa frammafyri einum fullum Müllers Pakkhúsið og taka í móti Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs.

20130919_1345

Takk borgarstjórin!

Mær dámar ikki at standa frammanfyri nógvum fólkið sum hyggja at mær, ynski bara, at har var okkurt músahol. Hví halda tit, at eg eri marionettførari til gerandis? So eg kann sleppa at spæla sjónleik, uttan at nakar sær meg! Men onkuntíð slepst so ikki undan. Eg mátti standa har og síggja avslappa og fegin út, hóast eg avgjørt bara var fegin.

Soleiðis sær ein nervøsur høvundur út

Soleiðis sær ein nervøsur høvundur út

Men eg yvirlivdi! Og aftaná var eg bæði fegin – og avslappa og so nógv fólk vóru fitt og vinarlig og søgdu tillukku, at tann svøvnleysa náttin og dagarnir við nervum vóru skjótt gloymdir.

Sum alt sum hendir í hesi verð, so er ein hending gloymd so skjótt hon er farin framvið. Har er tó okkurt, sum eg fegin vildi ikki fór, so tí fari eg at seta røðuna, sum eg helt til heiðursløtuna her á bloggin. Tí nógv hava uppiborðið tøkk eins væl og eg:

Takkarrøða mín til handanina av Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs:

“Menniskja er ein skapandi vera, og vit hava øll evnini til at skapa nakað, sum ongantíð hevur verið til fyrr, men summi okkara velja so at skapa list. List er so ymisk og tú velur tín hátt at skapa, tí tað hóskar tíl tína persónmensku. Ein rithøvundur situr einsamallur í síni egnu verð og skrivar, har er ikki neyðugt at varnast teg sjálvan, meðan tú skapar, tú ert í skapanarverkinum. Ein marionettførari hevur tað á sama hátt, í løtuni leikurin verður spældur, ert tú ikki longur har, bara søgan og tínir leikarar, tú, sum persónur, er ikki har ta løtuna. Ongin sær teg.

Nú eg standi her, er tað tvørturímóti. Eg standi her sum mín egni persónur og skelvi av ræðslu.

Tí má eg skunda mær koma til tað týdningarmikla við júst hesi heiðurslønini, nevniliga, at hetta í veruleikanum als ikki snýr seg bara um meg, men um so øgiliga nógv onnur.

Uppslag úr Veiða vind

Veiða vind

Ævintýrið Veiða vind hevði ikki verið til,

  • um Føroya Symfoniorkestur ikki hevði biðið Kára Bæk skrivað eitt tónaverk til barnakonsertina hjá orkestrinum
  • um Kári Bæk ikki hevði biðið meg skriva søguna
  • um mín tá 3 ára gamli sonur mín Sirius ikki hevði hildið, at Ólavur Riddaraross fór út at veiða vind
  • um veðrið í apríl ikki skrifti so nógv
  • um Janus á Húsagarði ikki hevði havt hug at tekna hesar pragtfullu, sprelsku myndirnar til søguna
eta

lítla skrímsl og Stóra Skrímsl

Bøkurnar um skrímslini bæði høvdu ikki verið til,

  • um norðurlendski háskúlin Biskops Arnö ikki í ein mansaldur hevði havt hesi ótrúliga góðu høvundaskeiðini fyri norðurlendskar høvundar
  • um Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og undirritaða ikki høvdu skapt eina hálva bók uppá 4 tímar
  • um okkara trý forløg ikki øll høvdu verið so fegin um hesa hálvu bókina, at tey vildu hava okkum at gera hana lidna
  • um “Nei! segði lítla skrímls” ikki hevði fingið so góð ummæli, at vit trý fingu hug at halda fra við samstarvinum, hóast landa- og mál-mørk.
logo

Búmerki hjá KMT

Karavella Marionett-Teatur hevði ikki verið til,

  • um pápabeiggi mín ikki hevði havt eitt dukkuleikhús við Shakespearleikum heima
  • um Ragnheiður Skipper við Silkeborg Dukketeater ikki hevði vitjað í Føroyum fleiri ferð, tá eg var barn
  • um pápi mín ikki var uppfinnari og tað hjálpsamasta menniskja í verðini
  • um eg ikki hevði ein so fantastiskan leikstjóra í vinkonu míni Hedvig.

Eg hevði ikki gjørt alt hetta,  sum eg nú verið heiða fyri, um pápi mín ikki hevði lisið so nógvar søgur fyri mær sum barn, um ikki míni trý fantastisku børn, Sirius, Felisia og Gwenaël og mín elskaði maður Jógvan og øll míni kæru sum heild, høvdu stuðla mær í at gera tað.

Nógvar tilvildir og enn fleiri vælvildir hava vera til vildar, fyri at eg kann standa her beint nú, og halda eina oskariska takkarrøðu, og tað takki eg tykkum øllum somlum og Tórshavnar Býráð so hjartaliga fyri!”

20130920_1340

Og eg fekk blómur! Frá Bókadeildini og Norðurlandahúsinum! Takk tit! Eg elski at fáa blómur!!! 🙂

Tagged , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *