Vestanfyri Sala í Svøríki liggur eitt rættiliga serstakt stað. Inni í skóginum er brádliga ein vøkur oasa við reyðum bygninum og gróðrarmiklum urtagørðum. Ein stórur bygningur, har tað enn stendur Skola á, hóast tað er langt síðani børn vóru her, vakstarhús og fleiri smærri bygninger og so sum nakað heilt serligt: ein spildurnýggj lítil kirkja, so vøkur sum man sjáldan sær nýbygdar kirkjur nú á døgum.
Hetta er Östanbäcks Kloster, nakað so serligt sum eitt protestantiskt klostur og her húsast í løtuni 4 munkar, ein av teimum pápabeiggi mín.
Eg var fyrstu ferð og vitjaði har í 1976, men í mínum vaksna lívi havi eg bara verið har tvær ferð, í 2015 og í 2017.
Ein sjáldsamur friður er yvir staðnum, tú uppdagar tað beinanvegin tú traðkar úr bilinum, sum er hetta tikið burtur úr tíð og stað. Pápabeiggi vísir okkum runt, so vit kunnu síggja hvussu alt veksur. Teir dyrka meginpartin av tí teir eta á staðnum, í garðinum og vakstarhúsunum, eisini eru ljósastoyparí og ljóshandilin “Munkljus” ein partur av klostrinum, einasta inntøkukeldan út yvir gávur. Pápabeiggi mín, Birger, hevur verið har síðani hann var fyrst í 20’unum og er ljósastoypari og tekur sær av nógvum øðrum, tí hann nú er yngsti munkurin í klostrinum. Onnur búgva eisini har, ofta flóttafólk, sum fáa friðskjól har eina tíð.
Kirkjan, Enhetens kyrka, er heilt nýggj og er enn ikki liðug. Hon varð vígd í 2012, men tey byggja framvegis uppá hana, so hvørt peningur er til tess.
Her er ein myndafrásøgn: