Search Results for: revurin

Seinastu sýningarnar av Revinum verða helst í mars

Nú eru sjey mánaðir síðani Revurin við silkiturriklæðinum hevði frumframførslu á Ólavsøku, og tíðin nærkast, tá vit fara undir næsta leik. Hendan mánaðin vóna vit, at øll sum fegin vilja hava okkum at spæla leikin, bíleggja eina sýning, tí helst spæla vit ikki longur enn mánaðin út. Til ber enn… les meira….

Fá eitt leikhús á vitjan

Nú Listaleypaturnéein er av, kann Karavella byrja at ferðast til bílagdar sýningar. Hetta brævið er sent til allar skúlar og dagstovnar í landinum.  So bíða vit bara eftir bíleggingum. 5 sýningar eru bílagdar higartil, so tað er bara at skunda sær 🙂

Allur leikhópurin sjúkur!

Ikki so skjótt hava tey tosað um vetrarkrím í Kringvarpinum, so liggur allur leikhópurin í Karavella Marionett-Teatri sum slaktaður. Vit fingu júst tíð at seta alt upp uppi í Hoydølum og so var galið. Vit hava fepur, ringa høvðupínu og røddin er ikki meira enn ein teskan. Har er onki… les meira….

Sýningar í Hoydølum í heystfrítíðini

Mikudagin 12. og hósdagin 13. oktober verða fýra sýningar av Revinum við silkiturriklæðinum. Karavella Marionett-Teatur hevur hesa ferð fingið innivist í Hoydølum, í nýggju Lonini, sum er bygd longur út móti Boðanesi.  Sýningarnar verða kl. 15 og 18 báðar dagar og til ber at keypa atgongumerki ein tíma undan sýning.… les meira….

Ulf Boman – sætti leikarin

Nýggjasti leikarin er Ulf Boman, ein tilkomin maður, væl bygdur og sterkur. Ein lítlan ølbúk hevur hann, men hvat, tað hava flestu rættu menn……. Ulf leikar vaktarmaður í “Revurin við silkiturriklæðinum”. Ein heilt lítil leiklutur, men sigur hann tryggur: “Har eru ongir smáir leiklutir, bara smáir leikarar!” Ulf er helst… les meira….

Hermia Flynn – fimti leikarin

Hermia er tann fimti leikarin. Hon er úr hvítum leiri eins og Massimo. Hon er stutt síðani mála, og enn ikki sett heilt saman. Hon hevur heldur ikki fingið hár, men tað verður sami reyði litur sum hjá Dehliu. Tær eru eisini systkinabørn, av írskum uppruna. Hon spælir elsta seymikonudóttirin… les meira….

Vilma Myska – triði leikarin

Vilma Myska var tann triðja at koma í leikhópin. Hon var vælnøgd við at sleppa at spæla leiklutin hjá drotningini í “Revurin við silkiturriklæðinum”, helt at hann hóskaði stak væl til hennara.Tað skal eisini sigast, at tað er ofta ringt hjá eldri, hildligum damum at fáa høvuðsleiklutir. Vilma hevur røtur… les meira….

Oktavian Raz – fyrsti leikarin

So er tíð at byrja at presentera leikararnar. Tann fyrsti leikarin í truppinum er gamli Oktavian Raz. Ongin veit rættliga hvaðani hann er ættaður, men hann er gamal í garðin á einum leikpalli, tað er vist.Tað er hann sum fer at spæla leiklutin sum “Tann óndi Trøllmaðurin” í leikinum “Revurin… les meira….