Pep talk á Bókadøgum 2013

Seint í november skipaðu Rithøvundafelag Føroya, Norðurlandahúsið  og Bókadeildin fyri Bókadøgum í Norðurlandahúsinum. Tað var eitt stórt og væleydna tiltak, sum meira er at lesa um HER.

M.a. vóru tveir dagar við áhugaverdum høvundaverksmiðjum, og ein av døgunum var eg biðin um at koma við nøkrum inspirerandi toknum, áðrenn verksmiðjurnar byrjaðu. Her er røðan:

 

581858_497234073645537_1320362116_n

“Vit eru flutt inn í eini stór hús, sera stór, so mikið stór, at eg kenni ikki øll rúmini enn. Einaferð eg eri á veg gjøgnum eina gongd, síggi eg eina hurð eg ikki havi varnast áður. Eg lati upp inn til eitt risastórt rúm har tað sæst inn í fleiri onnur eins stór rúm. Rúmini eru full av rúgvum av niðurpakkaðum bókum og tíðarritum, alt undir í dustið og eiturfon: Eitt niðurpakkað bókasavn!
Hetta er ikki eitt vanligt bókasavn, sær út til at hava verið eitt fakbókasavn, allar hesar rúgvurnar av ólisum tíðarritum við seglgarnið um.
Eg skundi mær til hini, sum búgva í húsinum, má siga frá hesum fantastiska fundinum, men tey smílast bara og rista við høvdinum. Eg royni at fáa tey við mær og tá vit koma aftur til hurðina, skilji eg teirra mistrúgv.
Innanfyri hurðina er nú ikki longur nakað niðurpakkað bókasavn, men ein handil! Ein sera fínur handil frá eini farnari tíð. Fólk eru í vøkrum klæðum eins og í My Fair Lady og ganga runt og hygga at fortíðar luksusvørðum. Eg gangi millum tey eina løtu, til eg brádliga varnist, at hetta eru spøkilsi. Eyga dettur knappliga úr einum expedienti, og ongin tykist at halda tað vera undarligt. Tað er ikki so frægt sum óhugnaligt.
Eg komi aftur til hurðina eina triðju ferð og nú er innanfyri ein sera vøkur café við hvítmálaðum træveggjum har snøgg moderaði fólk sita og hugna sær.”

Hetta er brot burturúr einum langum dreymi, eg hevði nú stutt síðani. Ein dreymur so pinnpakkaður við søgum, at her er tilfar til eina heila skaldsøgu. Ein skaldsøga sum heili mín skapti uppá nakrar minuttir, stutt áðrenn vekjaraklokkan ringdi.

Hugflogið er óendaligt

creativity1Hugflogið hjá okkum er óendaligt, tá vit sova, ja onkur sigur, at dreymar eru kortslutningar í heilanum, men hugflogið kann tað vera eins óendaligt, tá vit eru vakin, um vit ikki forða tí.

Vit sum arbeiða við at skriva ella hava onnur slík størv, har vit mugu skapað fyri at vera til, eiga at vera vakin og opin fyri løtunum, har líknandi kortslutningar henda.

Ein lítil søga:

Einaferð var tað ein smágenta, sum dámdi øgiliga væl søgur og hon var so heppin, at hon fekk eisini nógvar søgur, hvønn dag!
Spennandi søgur og friðarligar søgur,
óhugnaligar søgur og hugnaligar søgur,
søgur til børn og søgur til størri fólk,
stuttligar søgur og syrgiligar søgur,
søgur at gerast ræddur av og søgur at gerast tryggur av,
men fyrst og fremst – GÓÐAR søgur!

Tað var gott at kenna nógvar søgur, tí tá hon spældi, fann hon uppá øll møgulig ævintýrlig spøl, tí hon visti, at í søgunum ber alt til.
Ein stórur klettur við eini vakrari krystalholu, kundi lættliga umskapast til eitt helli har sagnaverur búðu.
Ella kanska búðu serligar kettur, sum dugdu at tosa, í einum veldigum undirgrundarríki beint uttanfyri urtagarðin hjá henni? Tað galt bara um at finna rætta staðið at koma niður til tær.
Í søgunum kundi hon eisini fjala seg, tá lagið var minni gott ella okkurt bilti.
Søgur vóru tað tryggasta í verðini; hon slapp inn í ein annan heim, har alt kundi henda, har hon kundi uppliva alt, og onki var kortini vandamiklari, enn at um hon lat bókina aftur, so var vandin av.
Við søgunum gjørdist verðin so ómetaliga nógv størri, enn tað sum sást við berum eygum.
Tá svarta klóri í bókunum varð til orð, sum hon sjálv kundi lesa, gjørdist heimurin víðopin og tann dagin, tað gjørdist henni greitt, at hon sjálv kundi gera við hesi orðini, sum henni lysti, gjørdist heimurin av álvara markleysur!
Hon kundi sjálv skapa so nógvar søgur, sum hon hevði hug til!
Tann stóri heimurin var ongantíð longri burturi enn næsta bókin ella næsta søgan, sum kundi sigast frá ella skrivast niður.
Verðin var óendalig og kortini so so nær.

Mítt ævintýr

Hetta  er byrjanin til mítt egna ævintýr. Ævintýri um hví eg bleiv høvundur og ikki bókavørður ella rennugravari.
Eg bleiv høvundur, tí søgur eru mær sum matur og drekka, tí eg ikki fái liva uttan. Eg má sleppa at liva við teimum og liva í teimum, sleppa at ferðast inn í hendan annan heimin, sum ger mín egna heim so nógv meira áhugaverdan og litríkan hvønn einasta dag.
creativity3Ofta verður sagt, at vit hava bara eitt lív, men onkur sigur, at lesarar hava túsundavís. Tað er enn betur at verða høvundur, tú hevur ikki bara túsundavís av lívum, tú kanst eisini skapa tey – tú ert gud!

Lívið er fult at søgum, allastaðni og allatíðina. Tað snýr seg bara um at síggja tær.
Pápi mín arbeiðir við viði. Hann sigur, at tá hann arbeiðir við trænum, so leitar hann eftir tí, sum býr inni í hvørjum einasta viðakubba.
Soleiðis er við øllum. Hevur tú sansirnar opnar, so búgva søgur í einhvørjari hending, einhvørjum setningi, einhvørjum stemningi, tú upplivir.

Síggja søgurnar

T.d. er ein søga í setninginum, sum onkur hoyrdi í bussinum:
Eitt ferðafólk sigur út í tóman heim:
“Deyðin – er ein einslig søk”.
Ongin svarar, tí bussurin er næstan tómur.

Hendan einfalda hending er ein søga, ein søga klár at verða uppdaga. Høvundurin Ray Bradbury uppdagaði hana og skrivaði eina heila stóra skaldsøgu burturúr hesum eina setningi. “Death is a lonely buisness” eitur bókin.

 Leysrivnir setningar eru allastaðni, og tað ber altíð til at ímynda sær ein samanhang, har setningurin hoyrdi til.
“Áh, hevði eg bara ikki havt gloymt kettuna úti!”
Hvør tykkara kann ikki at ímynda sær, hvat er hent? Bert eitt andarhald skal til, so hava vit øll gjørt okkum okkara egnu tulking av hendingini, og einhvør av tykkum kann fara heim og skriva søguna.
Kanska bleiv hon sera dramatisk, ein stórhending. Kanska er søgan lítil og fitt, kanska er hon ein ræðusøga. Ongin er røtt, ongin er skeiv, allar søgur eru møguligar – alt bara av einum tilvildarligum ósekum setningi hoyrdur í bussinum.

Verðin er so stór og áhugaverd, sum títt hugflog loyvir henni at vera.

Eitt fræ

dandelion-in-hat-300x224Fræið til hugskotið til fyrstu mína skaldsøgu varð sett niður, tá eg var barn.
Systkinabørn míni høvdu ein vinmann, ið hevði tað mergjaða fornavnið Viktor Hugo. Eg haldi, at eg júst tá hevði lisið Klokkaran úr Notre Dame eftir Victor Hugo, og legði tvey og tvey saman.
Hetta roknistykki fór ongantíð úr minninum, og nógv ár seinni segði tað knappliga pling!
Eg vildi skriva søguna um drongin, sum fekk navni hjá einum stórum høvunda. Søgan varð til bókina “Tey kalla meg bara Hugo”.

Søgur kunnu koma av øllum hendingum, men hendingar kann vera so nógv.
Tað kann vera slíkt, sum tú sjálvur upplivir, slíkt sum onkur sigur tær frá, slíkt tú lesur um ella sært í sjónvarpinum ella hoyrir í útvarpinum, og so er tað eisini tað, at søgur ala fram aðrar søgur.

Eitt annað fræ

Ein onnur av bókunum um Hugo hevur eisini sín uppruna langt afturi í tíðini.
Ein søga, sum eg helst læs fyrstu ferð, tá eg var 13-14 ár, eftir Stefan Zweig, hevði fest seg ómetaliga fast í minni mínum.
Tað er søgan “Óvænt kunning um eitt handverk”, ið snýr seg um ein mann, sum tilvildarliga kemur til at eygleiða ein lummatjóv til arbeiðis.
Ein dagin, tá mær longdist eftir Hugo og hinum fólkunum úr Port Janua, sá eg fyri mær, at tað var Hugo, sum av tilvild sá ein lummatjóv til arbeiðis.
Fyri at gera hesa søgu til mína egnu, lat eg lummatjóvin og Hugo hittast og gerast vinnmenn, og soleiðis varð forsømdi drongurin Stefan uppdagaður og bjargaður í “Kom yvirum, Hugo.”

Eitt fræ afturat

Tann fjórða bókin um Hugo og hevði uppaftur ein øðrvísi hátt at koma til verðina.
Ein púra vanliga dag sá eg ein, sum blakaði ein posa í ruskspannina á ein løgnan hátt. Hesin sníkti armin út um hurðagloppi og smeyg posan niður í spannina.
Eg sá ongantíð annað enn armin og tað var ikki tí tað var illveður ella nakað. Sólin skein og fyri alt tað, so var spannin undir einari trappu.
Hendan løgna myndin brendi seg fasta. At enda noyddist eg at lata Hugo uppliva hana og lata hugin fara avstað við sær í “Gott hugflog, Hugo”.
Í Hugosa hugaheimi varð hondin til ein njósnara og áðrenn eg visti av, var “Death is a Lonely Buisness” hjá Bradbury við øllum sínum løgnu persónum ein partur av meldrinum.

Hugurin arbeiðir

Yuko_Shimizu_for_CreativityAlt hetta sigur nakað um, hvussu hugurin arbeiðir, um hvussu margfalt hugflogið er, um tú gevur tí loyvi at flúgva.
Eitt er flog, men tað er eisini gott, at hava eitt rúm at flúgva í. Óavmarkað frælsi er ikki altíð tað mest áhugaverda. Avmarkingar eru avbjóðingar, og flest øllum dámar avbjóðingar.

Um eg sigi við tykkum:
“Finn uppá okkurt!”
So fara tit kanska í baklás.

Sigi eg í staðin:
“Finn uppá ein persón, sum er um at koma ov seinur til Smyril.”
Tá hava tit knappliga øll eina mynd í høvdinum, og hugskot til, hví viðkomandi er ov seinur o.s.fr.

Frugtabærar avmarkingar

Eg havi sjálv skapt mær nakrar avmarkingar, sum framleiða fleiri søgur enn ta óavmarkaða frælsi vildi gjørt.
Eg havi skapt býin Port Janua, har ein stórur partur av søgum mínum ganga fyri seg.
Hann er ikki ein býur, sum eg setti meg niður og skapti sum so, hann varð til so við og við heilt av sær sjálvum.
Tá eg av álvara fór at skriva, byrjaði eg, sum so nógvir aðrir høvundar, at skrivaði stuttsøgur. Tað er ein fantastiskur háttur at siga søgur og tað er lættari at yvirskoða enn ein heil skaldsøga.
Tá eg hevði skrivað nakrar, gjørdist tað mær greitt, at tær allar gingu fyri seg á einum og sama staðið, men eg visti satt at siga ikki, hvar hetta var.
397790_570711449630226_13407636_nEg kendi eitt sindur av Havnini aftur í hesum staðið, eitt sindur av Bergen, París, Keypmannahavn ella Istanbul og heilt fitt av tí lítlu bygdini Brosses í Fraklandi, har eg búði beint tá, men kortini var hetta ikki hesi støð.
Eg setti mær fyri at kanna staðið betur og so við og við kom hesin býurin til lívs, ein býur í ógreinaðari nútíð, settur í einum ógreinaðum evropeiskum umhvørvi.
Ein býur, har eg seti reglurnar, men tá tær eru settar, ber ikki til at broyta tær, – frælsi við avmarkingum.

Síðani tá, hava flestu søgur mínar búð her og hvørja ferð eg skrivi eina nýggja søgu, fái eg gávur: nýggjar vinir og kenningar, eg havt hitt, gøtur og hús eg havi vitjað, stemningar og hendingar, sum eg kenni, at eg havi verið við uppi í.
Eg kenni tað, sum eg veruliga havi verið har.
Gamaní er Port Janua mín uppfinning, men samstundis er hann eisini eitt úrslit av tí, sum eg havi uppliva, av fólki, eg kenni og havi hitt, av tí eg havi lisið og sæð, av øllum tí, sum undirvitska mín hevur á goymslu.

Hugflogið er óendaligt, tí tað er bundið av heiminum vit liva í, hesum heimi, har so óendaliga nógv óútrokniligt hendir.
Tað snýr seg mest um at duga at leggja ting saman og trekkja onnur frá. Eitt slag av øðrvísi høvuðrokning.

Øðrvísi høvuðrokning

Eg kann gera eitt ítøkiligt dømi.
T.d. tá tú skalt gera ein persón til eina søgu.
Tú kanst sjálvandi seta teg niður og finna uppá alt um hendan persónin frá botninum av, men tað er ólíka lættari at nýta tað, tú hevur kring teg.
Tak nøkur fólk tú kennir, tak útsjóndina frá A og B, gongulagið frá C, persónligheitina frá D og E og fortíðina frá F.
Tá tú lesur um hendan persónin í søguni, fer hann ella hon at traðka púra livandi fram, men neyvan ein einasti av tínum vinum og kenningum fer at kenna seg aftur.
Tú hevur bæði lagt afturat og trekt frá til persónurin er heilt sín egni.

Rithøvundar eru tjóvar. Vit stjala við armum og beinum av øllum inntrykkum rundan um okkum og nýta tey til egnan vinning, (harvið er tað ikki sagt, at tað førir til peningaligan vinning).
Tað besta er, at vit í allarflestu førum sleppa snikkaleys frá tí, í hvussu so er teir góðu tjóvarnir. Ongin varnast nakrantíð stuldurin.

Aftur til Port Janua

Men fyri at koma aftur til Port Janua og tað avmarkaða frælsi. Hesin býurin er vorðin eitt týdningarmikið amboð í mínum arbeiði.
Hann hevur skapt nógv fleiri hugskot enn tað óavmarkaða frælsi nakrantíð hevði kunnað gjørt.
Mítt forvitini eftir at læra íbúgvarnar og staðið at kenna kann hvønn einasta dag geva mær nýggj hugskot, um eg havi hug.
Hann er tað umhvørvi, har eg kann royna hugskotini. Her verða tey leys av teimum rammum, eg upplivdi tey í, og tey verða nýggj og liðilig.
Eg kundi bara undrast um myndina av arminum og ruskposanum og brádliga fekk hon eina frágreiðing og eitt lív í Port Janua.
Býurin er uttanfyri tíð og stað, so eg kann gera sum eg vil. Eg eri ikki bundin av, at tá og tá var annar heimsbardagi, so at tað og tað, sum eg sigi frá, ikki er sannlíkt.
Eg eri ikki bundin av politikki og søgu, og havi eg brúk fyri politikki ella søgu, sleppi eg sjálv at finna uppá tey í tann mun mær nýtist tey og ikki í mun til tað, sum er alment viðurkent.
Mær dámar at kanna, hvussu fólk bera seg at í mun til hvønn annan. Eg havi ikki hug at fyrihalda meg til fakta, so frælsi vil eg kortini hava, við mínum egnu avmarkingum.

Annars vil eg bara siga:

At skriva er ein háttur at tosa
uttan at verða avbrotin.

 

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.