Revurin á Suðuroyarferð

Sunnudagin 4. mars byrjar Karavella Marionett-Teatur sína áður vegna verkfall útsettu Suðuroyarferð.

Tann 4. mars kl. 16 verður almenn sýning á Seglloftinum.

Mánadagin og týsdagin verða sýningar fyri dagstovnum, eisini á Seglloftinum og mikudagin verður Revurin við silkiturriklæðinum spældur fyri dagstovnum í Vági. Hósdagin verður sýning í Hvalbia skúla fyri skúlabørnunum har.

Leikararnir eru allir sera spentir og gleða seg at fara á turné.

“Eg elski at sigla!” sigur Julia Frost fegin, tá hon fær boðini.

“Ja,” tekur Vilma Myska undir, “eg hevði glett meg so at fara tá í januar. Tað var frálíkt, seinast vit vóru har suðri í heyst. Gott at hatta verkfalli endiliga var av!”

 

Tagged , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.