Salon du Livres, París – Tykkara "udsendte medarbejder" komin á staðið!

So kom eg fram, hóast illveðri forðaði mær at sleppa avstað í gjár.
Fekk eitt kvøld heima eyka, men kendist løgið, ein lænt løta. Eg var farin, men onganvegin komin kortini. Børnini vóru fegin.
So í morgun klokkan ósømuliga tíðliga (4.40) fór eg úr Havn og nú klokkan 16 siti eg á Hotel Bedford í París. Ræðuliga fínt hotel har piccoloar syrgja fyri at viðføri kemur niðan á kamarið og eg kenni meg sum tann nógv umtalaði hundurin í keyluspælinum. Eg dugi ikki við, at tað skal vera so fínt og formelt. Skal man so tipsa í heilum og slíkt? Ikki so, tá ein fátækur føroyskur høvundur skal royna at spæla “fín” í París!
Í lyftini upp sá eg eitt andlit, eg helt meg hava sæð onkrastaðni, og eri nú greið yvir, at tað var norski høvundurin Per Petterson, sum í 2003 var kendur fyri bókina “Ut og stjæle hester”.


Nú fari eg at gera meg klára til setanina av 30. Salon du Livres. Havi myndatólið við!

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *