Seinastu almennu sýningarnar av Revinum

Í Sjónleikarhúsinum verða hetta vikuskiftið seinastu almennu sýningarnar av fyrsta leikverkinum hjá Karavella Marionett-Teatri.

 Her er eitt lítið brot úr leikinum.

Myndagóðskan er ikki góð, men betur havi eg tað tíverri ikki enn….

 

Á Ólavsøku hevði nýstovnaða Karavella Marionett-Teatur frumsýning av leikinum “Revurin við silkiturriklæðinum”. Síðani hevur leikhúsið ferðast kring landið og spælt í skúlum og barnagørðum. Nú verða so seinastu almennu sýningarnar í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum leygardagin og sunnudagin kl. 15 og 17.

Leikurin er bygdur á  klassiska ævintýri hjá Charles Perrault (1628 – 1703): “Le chat botté” (Køtturin í stivlum). Hendan útgávan av søguni snýr  seg um seymikonudóttrina Elisu, sum stendur einsamøll eftir í verðini. Tá bjóðar ein revur seg til at hjálpa henni, um hann fær tað kærasta, hon eigur: silkiturriklæði, einasta minni hon hevur eftir deyðu mammu sína. Revurin nýtir allar snildir at forsyrgja henni, lýgur og lumpar, men endamálið er gott: Tey góðu fáa løn fyri sítt álit og tey óndu verða snýtt. Leikurin er um 40 minuttir og er fyri børn og barnligar sálir. Marionettleikir og ævintýr hava tað til felags, at tey eru fyri allar aldrar.

Karavella Marionett-Teatur hevur í løtuni 13 leikarar. Rakel Helmsdal er leikhússtjóri og hevur skapt leikararnar, leikhúsið, skrivað leikin og spælir allar leiklutirnar. Hon hevur fingið holla hjálp frá Ole Jakob Nielsen (Føroysk Træslist) til at smíða leikhúsið, og Hedvig Westerlund-Kapnas hevur leikstjórnað. Árni Baldvinsson og Kjartan Nolsøe Jespersen hava staðið fyri ljós- og ljóðtøkni.

Rakel Helmsdal hevur áður roynt seg í flestu greinum innan leiklist, spældi  m.a. við í fleiri Leikhúskabarettum síðst í 80’unum, og hevur síðani fingist við ymiskt handan pall: at leikstjórna, seta ljós og ljóð, seyma búnar og smíða pall, verið framleiðslustjóri og skriva leikir.

Áhugi hennara fyri marionettleiki stavar heilt frá barnaárunum. Pápabeiggi hennara hevði eitt vælútgjørt dukkuleikhús úr pappi, og hevði fingið alla familjuna at spæla Hamlet inn á spolabandupptakara. Seinni sá hon eisini fleiri ferðir Silkeborg Dukketeater við føroysku Ragnheiður Skipper, sum plagdi at hava marionettleikir á Ólavsøku. Hesar bergtakandi upplivingarnir fóru ongantíð heilt úr hugnanum, og í tannárunum fekk hon pápa sín, dugnaliga trælistamannin Ole Jakob Nielsen, at gera sær sína fyrstu marionett.

Seinni fór hon av álvara at granska marionettir og fyri skjótt tveimum um árum síðani fór hon undir verkætlanina Karavella Marionett-Teatur. Ein námsferð til marionetthøvuðsstaðin Prag var startskotið og síðani hevur hon modellerað dukkurnar og seymað búnar og so við og við sett verkætlanina saman.

Ein karavell er eitt tvey- ella trýmastrað seglskip. Tað er lætt at stýra, lætt og siglir skjótt.  Navnið hóskar tí væl til eitt leikhús, sum er bygt til at taka sundur og fara á ferð við.

Tá hesar sýningarnar eru spældar, verður nýggjur leikur settur upp, sum fer at hava frumframførslu seinni í ár. Atgongumerki til “Revin við silkiturriklæðinum” fáast við dyrnar tíma undan sýning. 

Les alt um Karavella Marionett-Teatur á her á blogginum!

Bókin um Revin við sikliturriklæðinum er eisini til sølu til niðursettan prís.

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.