Seinastu dagarnir undan frumsýningina av Veiða vind vóru sera strævnir, so ongin tíð var til bloggar millum ljósseting/venjing/PR-arbeiði/rudding/klárgering av øllum smálutum etc.
Her er ein lítil myndarøð frá vikuskiftinum:
- Her plagdi at vera Náttúrugripasavn og í heystfrítíðini gleddust nógv um at vitja Savnsfagnaðin her. Nú kunnu børn og vaksin gleðast um at hittast til marionettleik undan Ólavsøku.
- Plakatir í gomlu vindeygunum.
- Og her 🙂
- Allan leygardagin og hálvan sunnudagin sat eg her og setti ljósini og tilpassaði ljóð og tónleik til leikin.
- Hvat man hetta vera?
- ?? bambuspinnur og tvær lissur….
- toga…..
- og vupti! Eitt nýtt pallgólv!!
- Soleiðis, nú er tað uppá pláss! Keine hexerei nur behändigkeit…..
- Her skal ruddast! Men salsljósini eru sett.
One Response to Seinastu dagarnar undan frumsýningina