So hava tey 650 orðini aftur verið í dag. Søgan skuldi vera um hesa myndina. Eg valdi eina søgu, sum var nógv ørvísi enn hinar, nevniliga ein framtíðarsøga, og er at hoyra HER. Nógvar aðrar søgur vóru eisini áhugaverdar, men bara ein sleppur við hvørja ferð. Eg eri fegin um, at eg ikki veit nøvnini á teimum, sum senda inn, so eg bara havi tekstirnar at taka støðu til 🙂