“Skrímslini” í Føroyum – The “monster” in the Faroe Islands

Bøkurnar um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl hava trý “foreldur”: Tríggir høvundar hava funnið uppá og skrivað søgurnar og ein teirra ger tær frálíku myndirnar, sum eru so lættar at gerast góður við. Høvundarnir eru Áslaug Jónsdóttir, íslendskur høvundur og illustratorur, Kalle Güettler, svenskur høvundur og Rakel Helmsdal, føroyskur høvundur v.m.

16 ár eru síðani fyrsta hugskotið til søgurnar kom á eini høvundaverkstovu á Biskops Arnö í Svøríki, og nú 8 bøkur seinni og útgávur á 17 málum, eru høvundarnir aftir klárir við fleiri handritum.

Mánaðarskiftið mars/apríl hittust allir tríggir høvundar til verkstovu í Føroyum at gera níggjundu skrímslabókina lidna og tosa um 10 og 11 bókina við. Hetta kom í lag í samband við at Norðurlandahúsið hevði bílagt stóru skrímslaframsýningina, sum Áslaug, saman við Högna Sigurþórssyni, hevði gjørt á mentanarhúsinum Gerðuberg Menningarhús í Reykjavík í 2016.

Afturat arbeiði høvdu høvundarnir eisini stundir at vitja framsýningina og eina lítla vitjan í Leynum, hjá foreldrunum hjá Rakel.


The books about Little Monster and Store Monster have three “parents”: Three writers have created and written the stories and one of them makes beautiful illustrations that make the books so easy to love. The creators are Áslaug Jónsdóttir, Icelandic author and illustrator, Kalle Güettler, Swedish author and Rakel Helmsdal, Faroese author, etc.

16 years ago the first idea came on a writers workshop at Biskops Arnö  in Sweden, and now 8 books later and editions in 17 languages, the authors are again ready with new manuscripts.

The month of March / April the three authors met at a workshop in the Faroe Islands to complete the work with the ninth monster book and to talk about No. 10 and 11. This was because the Norden House in the Faroe Islands ordered the big monster exhibition of Áslaug, which she created to the Gerðuberg Cultural House in Reykjavík in 2016 together with Högni Sigurþórsson.

In addition to the work, the author also has time to visit the monster exhibition and a trip to the village of Leynar, where Rakel’s parents live.

 

 

Tagged , , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.