Hetta eru eitt sindur gomul tíðindi, men betur at góð tíðindi vera søgd seint, enn ongantíð:
Skrímslakiskan tilnevnd á IBBY heiðurslistanum 2016
Áslaug Jónsdóttir, skrímslahøvundur og -teknari er tilnevnd vegna Ísland fyri myndirnar í Skrímslakiskuni.
Her er ein lýsing av IBBY heiðurslistanum:
“The IBBY Honour List is a biennial selection of outstanding, recently published books, honouring writers, illustrators and translators from IBBY member countries. The IBBY Honour List is one of the most widespread and effective ways of furthering IBBY’s objective of encouraging international understanding through children’s literature.”
Hetta er triðju ferð at vældámdi teknarin Áslaug hevur navn sítt á IBBY heiðurslistanum. Fyrri ferðirnar var í 2004 fyri Krakkakvæði hjá Böðvar Guðmundsson og í 2002 fyri Søguna um bláa knøttin hjá Andri Snær Magnason.
Les meira á heimasíðuni hjá Áslaug.
Kalle Güettler og eg kunnu bæði vera takksom fyri at Áslaug, sum tann triði parturin av okkara skrímslatrio, dugir so væl at illustrera, tí tað er onki at ivast í, at myndir hennara hava ein stóran leiklut í góð móttøkuni skrímslabøkurnar hava fingið kring heimin.
Hjartaliga tillukku Áslaug!! 🙂
Pingback: “Hon, sum róði eftir ælaboganum” á IBBY Honor List 2016 - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal