Skrímslatíðindi – Skrímslating

Skrímslabøkurnar eru nú á 16 málum og kundu fyri so vítt langt síðani verið disneyficeraðar við eini rúgvu av skrímsla”mercendice”. Hetta hava vit høvundar og teknari tó ikki givið loyvi til, hóast kinesiska forlagið fegin vildi sleppa at gera bæði krúss og alt møguligt annað. Tað var jú ikki ætlanin, at onnur skuldu gerast rík uppá skrímslini, men at skriva góðar bøkur.

Men nú framsýningin Heima hjá skrímslunum er í Gerðubergi Reykjavík, hava tey fingið loyvi at framleiða nøkur skrímslating til sølu í savnshandlinum. Hetta eru litblýantar, teknihefti og kort og eitt frálíkt endurskyn.

Tíverri eru hesi skrísmlating bara at fáa í Gerðubergi Menningarhúsi, so tað er neyðugt at vitja framsýningina fyri at útvega sær tey.

Hetta skrivar Áslaug um skrímslatingini.

Skrímslaendurskyn á jólatrænum hjá skrímslunum

Tagged , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.