So legði Dimmalætting eisini á listafólk


Aftursvar til Finnur Jensen

At Gerhard Lognberg ikki er av hvassastu knívum í skuffuni, tað vita vit, so hansara tollutu viðmerkingar um listafólk, sum fáa stuðul, tá pengarnir heldur átti at verið farnir til Sandoynna, kunnu vit gráta um, men ikki blíva við at gremja okkum um. Móti fávitskuni berjast sjálvt tey vísu til fánýtis.
Men nú leggur so eisini Dimmalætting stein oman á byrðu hjá landsins lægst løntu. “Tað almenna blakar milliónir eftir listafólkum” skrivar Finnur Jensen í Dimmalætting 9. februar.
Eg siti enn og hálvavegna skelvi av skelkinum – ella er tað av harmi? Ja so, tað almenna blakar milliónir EFTIR listafólkum?
Nú vil eg sleppa at forsvara meg, eg tími ikki at verða ákærd fyri at snýta meg til almennar pengar og so gera lítið og onki fyri tær.
Fyrst av øllum haldi eg, at tann góði Finnur Jensen átti at havt sett seg at lisið bibliografiirnar hjá øllum listafólkunum, hann soleiðis fer illa við. T.d. at skriva, at Marjun Kjelnes skrivar pinkubarnabøkur er beinleiðis misvísandi! Hon er fyrst og fremst ein høvundur, sum hevur verið sera produktiv, langt áðrenn hon fekk nakra starvsløn frá tí almenna, og pinkubarnabøkur hevur hon als ikki skrivað, men barnabøkur, stuttusøgusøvn og sjónleik o.s.fr. og vunnið so at siga hvørja bókmentakapping, hon hevur luttikið í. Almennur peningur til hennara er ein ótrúliga góð íløga.
Men eg vil so sleppa at verja meg sjálva fyrst og fremt, sum eitt dømi. Vit kunnu ganga greitt út frá, at listin hjá hinum listafólkunum er nakað líkur mínum.
Eg havi síðani fyrst í 1990 av og á fingið eina mánaðarløn ella tvær at skriva fyri, inntil eg í 2005 fekk játtað 3 ára starvsløn, sum eg bað um at fáa strekt yvir 4 ár (altso ¾ mánðarløn í staðin fyri fulla) fyri at sleppa at hava møguleika at útinna starv mítt eitt sindur longur. Hesa tíðina eg fekk starvsløn skrivaði eg ikki bara, sum Finnur Jensen sigur, nakrar myndabøkur um skrímslini. Hesar vóru ein brotpartur av mínum arbeiði.
Hetta er tað, eg skrivaði hesi 4 árini, eg slapp at arbeiða við løn:
Skaldsøgan ”Gott hugflog, Hugo” (ein skaldsøga tekur í minsta lagið eitt ár at skriva). Tvær skaldsøgur  í røðini ”Úr Mosakulluni”, ”Várferðin til Brúnna” og ”Veturin hjá Undu”. Tann fyrra varð útnevnd til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn útnoðrurráðsins, sum Gerður Kristný úr Íslandi vann.
4 bøkur um skrímslini bæði, “Stór skrímsl gráta ikki”, (hendan bókin fekk “Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur”), “Myrkaskrímsl”, “Skrímslasótt”, “Skrímslavitjan” og “Skrímslahæddir”.
”Veiða vind”, bíløgd uppgáva frá Føroya Symfoniorkestri. Søga sum Kári Bæk gjørdi tónleik til og Janus á Húsagarði teknaði myndir til. Føroya Symfoniorkestur spældi tónleikin inn. Bókin kemur 1. apríl. ”Teir fýra heilivágirnir”, søga bíløgd uppgáva av Krabbameinsfelagnum. Varð prenta í kalendara við myndum, sum børn høvdu teknað til søguna. Nakrir tekstir bílagdir til bókina “Ringrás” hjá listamanninum Oggi Lamhauge.
Stuttsøgan “Fimm mans til ein kvartett” Útk. í savninum Svartideyði. Stuttsøgan ”Spitølsk”, sum vann stuttsøgukapping um ungdómskærleikssøgur. Hon varð prentað á átta málum í ungdómssøgusavninum “Elskar, elskar ikki”, sum kom í øllum norðurlondum í 2010. Harafturat fleiri søgur í ”Míni jólabók”: “Alioth” 2005, “Kvirra nátt” 2007, “Ov nógv av tí góða … og eitt sindur afturat” 2008, “Ongin inni” 2009..
Eisini kom fyrsta barnabók mín “Tey kalla meg bara Hugo” út á nýnorskum. Á norskum eitur hon “Dei kaller meg berre Hugo” og er komin út á forlagnum Kapabel. Hon hevur fingið góð ummæli í Noregi.
Og harafturat ymiskt arbeiði, sum ikki er liðugt, og kanska heldur ikki verður tað fyribils, nú eg ikki havi stuðul og tí heldur ikki stundir at skriva.
At skriva góðar tekstir er ikki eitt tú gert í eini handavend, t.d kl. 9 á kvøldið, tá tú hevur lagt børnini. Góðir tekstir taka tíð at framleiða, rættiliga langa tíð, so um onkur klárar at skriva líka nógv sum hetta uppá 4 ár og harafturat hava familju, 3 børn, eitt ¼ starv við síðuna av, verða verkætlanarleiðari fyri Ung í Føroyum, undirvísa á Kvøldskúlanum og verða forkvinna fyri Rithøvundafelagnum, uttan at fáa starvsløn, so skal viðkomandi bara koma og vísa mær listan, so skal eg taka hvørt orð í meg aftur og ikki biðja um pening at arbeiða fyri eina aðru ferð. Eg haldi meg í hvussu so er hava gjørt mítt arbeiði til lítar.
Øll onnur í samfelagnum fáa løn fyri arbeiði teirra, og ONGIN sigur, at tey fáa blakað lønina eftir sær, sum um tey onki gjørdu til nytti. Ein timburmaður byggir hús og fær løn, ongin heldur tað verða løgið, (hann kann eisini byggja hús fyri tað almenna), ein lærari fær løn frá tí almenna at útinna starv sítt, ongin heldur tað verða løgið, eitt blaðfólk fær løn frá blaði sínum (summi arbeiða eisini hjá tí almenna), ongin heldur tað verða løgið. Og minst til, øll hesi fáa tað hvønn dag alt sítt lív!
Men tá eitt listafólk eftir mikið stríð at enda sleppa at útinna sítt starv VIÐ LØN eitt stutt áramál, so er tað brádliga løgið og illgrunasamt. Og tað hóast at arbeiði hjá listafólkum, er øllum til gagns! Eg skrivi ikki bara bøkur mínar og leggi tær so í borðsskuffuna, eg gevi tær út (uttan at fáa nevnivert av løn fyri tað – í besta føri eina ½ mánaðarløn fyri eitt ársverk), so øll sum hava hug, kunnu lesa tær! Finnur Jensen sleppur eisini at lesa tær, um hann hevur hug, eins og hann kundi havt sett seg niður og kanna eitt sindur gjøllari, hvat hann tosaði um, áðrenn hann fer so illa við lægst lønta samfelagsbólkinum, tey sum bara fáa eina ½ mánaðarløn fyri eitt ársverk.


Les eisini grein á Listablogginum: Ikki av breyði eina…
Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *