Stuttsøgusøvn

Miljuløtur

Stuttsøgusavn um Milju og hennara upplivingar saman við familjuni, vinkonuni Jelenu og øðrum.


drekar

Drekar og annað valafólk

5 ævintýr

Hetta er ævintýrbókin hjá Elanor um Elanor.

Elanor er ein smágenta úr Port Janua, sum upplivir nógv og sum sær verðina úr einum ævintýrligum sjónarhornið. Permumyndina og tær vøkru myndirnar inni í bókini gjørdi Edward Fuglø. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 1998.

Les meira um Drekarnar og valafólkini HER


Søgur úr Port janua

Søgur úr Port Janua
Stuttsøgusavn fyri vaksin

Hetta var mín fyrsta bók, men hon kom út sum mín onnur, tí tíðirnar vóru so ringar í Føroyum um hetta mundi, at forløg næstan ikki góvu bøkur út. Hon kom í 1996 á Bókadeildini, hóast tey sjáldan góvu bøkur til vaksin út.

Í hesi bókini ferðast vit fyri fyrstu ferð til býin Port Janua, har so nógvar aðrar av mínum bókum og søgum ganga fyri seg.

Í bókini eru 14 stuttsøgur og ein sjónleikur: Kvarnaeyga purpurreyða

Les meira um Søgur úr Port Janua HER

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *