Dansa so væl og leingi – 4. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

  10. apríl 2016 var frunsýning av nýskrivaða marionettleikinum Dansa so væl og leingi hjá Karavella Marionett-Teatri. Hedvig Westerlund-Kapnas leikstjórnaði leikinum, sum Rakel Helmsdal skrivaði, spældi og skapti. Søgan er um Eleonoru og Sindra, tvey børn, sum vaksa upp saman, gerast góð og verða atskild vegna ymisk áhugamál. Hægsta ynski… les meira….

Bílegg eina marionettsýning

  Karavella Marionett-Teatur hevur í løtuni leikin SKRÍMSLALÍV á skránni. Les um leikin við at tøppa á myndina. Til ber at bíleggja sýningar út á tykkar stovn/skúla/fyritøku. Bílegging: Hevur tú hug at bíleggja eina ella fleiri sýningar av SKRÍMSLALÍV, kanst tú seta teg í samband við Karavella Marionett-Teatur her: Karavella Marionett-Teatur att:… les meira….

Fá eitt leikhús á vitjan

Nú Listaleypaturnéein er av, kann Karavella byrja at ferðast til bílagdar sýningar. Hetta brævið er sent til allar skúlar og dagstovnar í landinum.  So bíða vit bara eftir bíleggingum. 5 sýningar eru bílagdar higartil, so tað er bara at skunda sær 🙂