Handanhav – listaframsýning í Gallarí Havnará

10. november lat eg upp mína fyrstu sololistaframsýning. Eg var so heppin at sleppa at hava hana í vakra nýggja Gallarí Havnará. Á framsýningini vóru skulpturell listaverk og cyanotypiprent. Heilt fitt av fólkið vitjaði framsýningina. Her eru myndirnar, sum Gwenaël Akira Helmsdal Carré tók á ferniseringini. Eileen Vang tók eisini… les meira….

Leikarar: Stóribeiggi

 Stóribeiggin skal nú upp í leikhópin. Her er Gwenaël, tann upprunaligi stóribeiggin, sum i veruleikanum slett ikki læs uppá kvæðaørindi, men í staðin fór út at veiða vind við lítlabeiggja. Soleiðis teknar Janus hann. Hansara marionett-alter ego Liðugt modelleraður og settur saman, men enn ikki málaður Við nýbundnari troyggju Cowboybuksur… les meira….