“kann vera, at eg ikki skilti okkurt, men tað var stuttligt alíkavæl”

Nú ein dagin eydnaðist mær at sleppa inn í mín First Class-brævkassa og har kundi eg frøðast um 5 brøv, sum gjørdu meg ótrúliga fegna. Tey vóru frá fimm næmingum í 4. flokki í Hvalbiar skúla, sum sóu Veiða vind tann 25. februar. Eg takki teimum hjartaliga og øllum Hvalbiar… les meira….

Brøv frá 2. flokki í Hvalbiar skúla

At vera marionettførari kann onkrar dagar vera eitt tað besta man kann vera, sum t.d. tá man fær ein tjúkkan brævbjálva fullan av brøvum frá børnum. Mánadagin fekk eg eina rúgvu av vøkrum brøvum frá 2. flokki í Hvalbiar skúla. Haldi at tit øll skulu sleppa at síggja tey:

Bræv frá 4. flokki í Hvalbiar skúla

Í dag fekk eg eitt so praktfult og lívsjáttandi bræv. Tað var frá 4. flokki í Hvalbiar skúla, sum saman við 1., 2. og 3. flokkið hugdi at leikinum “Veiða vind” síðsta týsdag: Vitjan í Hvalbiar skúla Ein vátan og ilsligan dag í februar fingu vit áhugaverda vitjan í Hvalbiar… les meira….

Hvalbiar skúli skrivar á Suðurrás

Hetta fitta skrivið hevur Hvalbiar skúli sent Suðuroyarportalinum í dag: Tíðindaskriv frá Hvalbiar skúla Enn einaferð hevur Rakel Helmsdal, rithøvundur og dukkuleiksstjóri, verið í Hvalbiar skúla og víst dukkuleik fyri yngru næmingunum. Hesa ferð var tað leikurin Veiða vind, hon sýndi fram. Rakel hevði eisini skriviskeið við eldri næmigunum í… les meira….

2. dagur á Suðuroyarturné: leikur og skriving í Hvalba

Á øðrum og triðja degi í Suðri stóð Hvalba á skránni. Tíðliga í morgni kom eg til Hvalbiar skúla og setti leikhúsið upp. Eftir sýningina, hevði eg fyrstu helvt av skrivikeiði saman við 7., 8. og 9. flokki. Tey vóru áhugað og ágrýtin, so tað var stuttligt at arbeiða saman… les meira….

Karavellin til Suðuroyar í komandi viku

Tann 24. – 27. februar verður Karavella Marionett-Teatur á turné í Suðuroy. Líka síðani leikhúsið var sett á stovn í 2011, hava trúgvastu stuðlarnir hjá Karavella Marionett-Teatri verið í Suðri. Bæði “Revurin við silkiturriklæðinum” og “Skrímslini” vóru sera væl móttikin og sýningar vóru fleiri staðni í oynni báðar ferðir. Hesaferð… les meira….