Bestu myndirnar frá leikinum Veiða vind

This gallery contains 27 photos.

Nú Karavella Marionett-Teatur er í ferð við at seta nýggja leikin “Dansa so væl og leingi” upp, er Veiða vind lagdur til viks fyri eina tíð. Møguliga verður leikurin tikin upp aftur einaferð fyrr ella seinni, helst seinni…, men inntil tá, ber til at síggja nakrar av bestu myndunum frá… les meira….

Brellbitar frá nýggjum leiki

Karavella Marionett-Teatur setur í heyst upp leikin “Dansa so væl og leingi” eftir Rakel Helmsdal. Hetta er ein leikur fyri bæði børn, ung, vaksin og eldri. Her eru nakrar myndir úr verkstaðnum, so tú kanst hyggja eitt sindur at, hvat tú hevur at gleða teg til og undrast kanska eisini… les meira….

Veiða vind á Ólavsøku

Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag kl. 15 verða sýningar av symfoniska marionettævintýrinum Veiða vind. Sýningarnar verða í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum og atgongumerki kunnu keypast ein tíma undan sýning. Møguleiki er fyri at leggja atgongumerki av við at skriva til rakel.helsmdal(kurla)gmail.com ella inn á Facebook-tiltakið. Hetta eru allarhelst nakrar av seinastu almennu sýningunum… les meira….

Karavella Marionett-Teatur søkir høli

Leikárið 2014/15 verður nýggi leikur, sum í løtuni gongur undir arbeiðsheitinum “Dansa so væl og leingi”, settur upp á Karavella Marionett-Teatri. Vanliga er Karavella Marionett-Teatur eitt ferðandi leikhús, men tá nýggjur leikur skal setast upp, er neyðugt við føstum høli í uml. 1 ½ mánað. Í trý ár havi eg… les meira….

Herverk á Karavella Marionett-Teatri

Tað góða lívið At hava egið leikhús er fyri tað mesta ein gleði. Tað er sjálvandi hart arbeiði, men tað er eitt arbeið, eg sjálv havi valt og elski! Ja, eg elski veruliga alt við tí: at gera ætlanir um, hvønn leik eg nú skal seta upp at skriva leikrit… les meira….

Altjóða marionettdagur

Tann 21. mars, seinasta fríggjadag, var altjóða marionettdagur – World Puppetry Day 2014. Av tí at eg var upptikin av einum fantastiskum skriviskeiði á Listaskúla Føroya , fekk eg ikki gjørt nakað burturúr degnum, men nú geri eg tað við afturvirkandi kraft. Her er tað, sum stendur í Wikipedia um… les meira….

Bílegg eina marionettsýning

  Karavella Marionett-Teatur hevur í løtuni leikin SKRÍMSLALÍV á skránni. Les um leikin við at tøppa á myndina. Til ber at bíleggja sýningar út á tykkar stovn/skúla/fyritøku. Bílegging: Hevur tú hug at bíleggja eina ella fleiri sýningar av SKRÍMSLALÍV, kanst tú seta teg í samband við Karavella Marionett-Teatur her: Karavella Marionett-Teatur att:… les meira….

Brøv frá 2. flokki í Hvalbiar skúla

At vera marionettførari kann onkrar dagar vera eitt tað besta man kann vera, sum t.d. tá man fær ein tjúkkan brævbjálva fullan av brøvum frá børnum. Mánadagin fekk eg eina rúgvu av vøkrum brøvum frá 2. flokki í Hvalbiar skúla. Haldi at tit øll skulu sleppa at síggja tey: