“Nú havi eg ráð at skriva meir” – grein í Røddini, KvF

Eg var ordiliga glað, bilsin og fegin, tá eg fekk at vita, at eg var tilnevnd Heidi Róadóttir Lindenskov, Røddin, KvF, 19. september 2016 Tann 29. august fekk dugnaliga listakvinnan, Rakel Helmsdal, virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir fyri bókina “Hon, sum róði eftir ælaboganum”. Hvussu er at hava fingið virðisløn Útnorðurráðsins… les meira….

Um virðislønina til”Hana, sum róði eftir ælaboganum” í KvF

Eg hevði ikki væntað at fáa virðislønina Tað kom óvæntað á Rakel Helmsdal, at hon vann barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins. Morgunsendingin var við, tá Rakel Helmsdal, rithøvundur, fekk handað barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins. Rebekka Manuela Berents hevur samrøðu til Summarmorgun Ein stubbi var eisini í degi og viku sama kvøld (hygg millum 13.23 min. til uml.… les meira….

Sig okkum søguna um hesa myndina – “650 orð”

So vóru 650 sera áhugeverd orð lisin í Góðan morgun, Føroyar í morgun. Teksturin “Maturin er klárur” eftir Simonu Midjord var tann eg valdi út millum teir heili 31 tekstirnar, sum komu inn til evni: “Hurðin small harðliga aftanfyri hana”. Nógvir av tekstunum vóru góðir, ongin var vánaligur, nógvir vóru forvitnisligir… les meira….

Hurðin small harðliga aftanfyri hana…… – “650 orð”

Tátturin 650 orð er nú farin í luftina! Fyrsti tátturin í røðini 650 orð, var í gjár tann 4. september 2014 sendur í útvarpinum. Kári Olsen og Rúni Jákupsson og tykkara útsendi “medarbeiðari” vóru í studio’inum og prátaðu um tað at skriva og tveir sera ymiskir tekstir vóru lisnir upp.… les meira….

“650 orð” í Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar fer í vetur eitt legg út í bókmentaheimin, tann nýskapandi bókmentaheimin! Hetta næsta hálvárið verður tátturin “650 orð” nýtt innslag í sendingini. Hvønn hósdag millum 8 og 9 ber til at hoyra nýskrivaðan tekst eftir føroyskan høvund, og hvørja viku kanst tú gera eina roynd at skriva tekstin,… les meira….