Bókin er pallurin – Ummæli av Skrímslalív eftir Laufey Brynhildardóttir

(Ummælið eftir Laufey Brynhildardóttir á Facebook tann 1. mai 17) Bókin er pallurin Var so heppin at síggja leikin Skrímslalív í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum. Talan er um ein sonevndan “pop-up” leik, og er tað nakað sum frøðir meg, so er tað pappír og pop-up. Vit kenna øll til lukku-kortini, sum… les meira….

Skrímslalív – 5. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

30. apríl var frumsýning av 5. leikinum hjá Karavella Marionett-Teatri: Skrímslalív. Sýningin var í Norðurlandahúsinum í samband við at stóra samvirkna skrímslaframsýningin hjá Áslaug Jónsdóttir: Heima hjá Skrímslunum var í Norðurlandahúsinum. Leikurin er yvir fýra av vældámdu skrímslabókunum eftir Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler, Skrímslavitjan, Klandursskrímsl, Skrímslakiskan og… les meira….

Vitjið skrímslini / Visit the Monsters

Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eru komin til Føroyar og eru í ferð við at seta heim síni upp í Norðurlandahúsinum, so tit øll kunnu støkka inn á gólvið hjá teimum. Har kanst tú spæla, tekna, klintra og lesa bøkur saman við teimum. Ert tú barn ella hevur børn ella… les meira….

Skrímslini 10 ár

  Í 2014 vóru tað 10 ár síðani fyrsta skrímslabókin kom á prent. Her eru nøkur skrímslatøl: Í juli 2001 byrjaðu 3 høvundar, Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og Rakel Helmsdal, at arbeiða samstarva. Tað var á einum skeiði fyri høvundar og teknarar á norðurlendska háskúlanum Biskops Arnö í Svøríki. Á skeiðnum… les meira….

Fleirmælt sponsk skrímsl

Í síðstu viku fekk eg ein áhugaverdan pakka. Í honum vóru tvær bøkur á fýra málum, og tað sera áhugaverda við hesum var, at hetta vóru fýra mál nýtt í einum og sama landi: Spania. “Nei, segði lítla skrímsl” og “Stór skrímsl gráta ikki” hava verið til á ríkissponskum í… les meira….