Bókajólagávuhugskot 2022

Nú hava vit 13. desember og eg ivist ikki í, at fleiri ganga og klóra sær í nakkanum og vita ikki, hvørja gávu tey skulu geva sínum kæru. Her eru nøkur hugskot til gávur, sum fara at geva nógvar tímar av undirhaldi og um tit njóta tær saman, eisini nógvar… les meira….

Ummæli: Sorg og saknur í barnahædd

Hetta ummæli stóð á blogginum Mentir 2. august 2020 Loftar tú mær? er ein sorgblíð upprunaføroysk barnabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og gjørt myndir til. Bókin snýr seg um trý systkin, hvørs foreldur ein seinnapart senda út í garðin at spæla. Hóast systkini eru saman úti í urtagarðinum, eru tey… les meira….

Ummæli: Sorgin verður loftað í vakrari frásøgn og poetiskum myndum

Í Varðanum 2020, nr. 87 var hetta ummæli av Loftar tú mær. Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir skrivaði: Sorgin verður loftað í vakrari frásøgn og poetiskum myndum Loftar tú mær? eftir Rakel Helmsdal Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir Tað einasta, vit sum menniskju kunnu vera heilt vís í, er, at vit øll einaferð skulu… les meira….

Ummæli: Før fallet

Ummæli av Loftar tú mær / Review of Will You Catch Me? Hetta ummæli kom, tá bókin var tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandarásins: Før fallet | Barnebokkritikk.no. Skrivað hevur Egon Låstad, grafiskur designari, tann 15. oktober 2020. Før fallet For femte gang er den færøyske kunstneren Rakel Helmsdal nominert til… les meira….

Loftar tú mær? – mín fyrsta myndabók

Í 2019 kom so endiliga mín fyrsta myndabók. Sjálvandi var tað ikki fyrsta myndabókin, eg havi skrivað søgu til, men tann fyrsta, har eg veruliga hevði gjørt allar myndirnar sjálv. Revurin við silkiturriklæðinum var sjálvandi eisini ein myndabók, men tað vóru fotomyndir úr mínum leiki. Til Loftar tú mær? havi… les meira….

Loftar tú mær? í Rit&Rák / Short video of Can You Catch Me?

Undan jólum gjørdi Rit & Rák eina røð av upptøkum av føroyskum høvundum, sum søgdu frá um sínar nýkomnu bøkur. Loftar tú mær? slapp eisini upp í part.

Loftar tú mær – myndir frá øllum tiltøkunum

18. august 2019 var “Loftar tú mær?” lisin alment 1. ferð fyri sera áhugaðum áhoyrarum á Vesturskyni í Sandavági. #loftartumaer #firstreading #releaseinseptember Nógv onnur tiltøk vóru eisini næstu mánaðirnar, so sum upplestur á Fuglafjarðar bókasavnið og Sunda bókasavnið, útgávutiltak á Reinsarínum og tiltak á Bókadøgum. Her er myndagallarí frá ymsu tiltøkunum: