Skrímslini í operuni

30. mai kundi eg skriva hesi fantastisku tíðindini: Klandursskrímsl innstillað til nýggju norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina Hetta vóru stórtíðindi, sjálvandi, men leingi hevur verið at bíðja, til vit fingu at vita, um vit vóru hepnu vinnararnir ella ikki. Í skrivandi stund vita tit, at tað vóru vit tíverri ikki, men… les meira….

Geva við einari hond og taka við hinari……

Ja, tað mátti koma….. Skuffilsi….. Mentanargrunnurin fær eina millión afturat!!! Jub…øøøøøøhh…. – fyrst av øll: Tað passar ikki! Mentanargrunnurin fær bara pengarnar aftur, sum vóru tiknir úr honum í fjør, tá listafólk, (sum frammaundan eru lægstlønti samfelagsbólkurin yvirhøvur), skuldu spara 20 %, væl meira enn allir aðrir samfelagsbólkar. Ok, Mentanargrunnurin fær… les meira….