Tillukku Bárður!

Beint sum eg sat og ynskti Barbro Lindgren tillukku við ALMA, komu boðini um, at Bárður Oskarsson og Flata kaninin eru innstilla til Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins, sum Klandursskrímsl og Skriva í sandin vóru í fjør. Hjartaliga tillukku, Bárður, vóni tú vinnur 🙂 At flata kaninin júst er vald til at… les meira….

Skrímslini í operuni

30. mai kundi eg skriva hesi fantastisku tíðindini: Klandursskrímsl innstillað til nýggju norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina Hetta vóru stórtíðindi, sjálvandi, men leingi hevur verið at bíðja, til vit fingu at vita, um vit vóru hepnu vinnararnir ella ikki. Í skrivandi stund vita tit, at tað vóru vit tíverri ikki, men… les meira….