Hon sum róði eftir ælaboganum, nú á 4 málum / She Rowed after the Rainbow, now in 4 languages

Skaldsøgan Hon, sum róði eftir ælaboganum kom út í 2014. Í tvey ár var hon púra ósjónlig, inntil hon knappliga byrjaði at fáa ummæli og síðani tilnevningar til tvær stórar viðrislønir, og síðani vann tað einu: Barna- og ungdómsbókmentaviðrisløn Útnorðurs í 2016. Eftir hetta fekk hon fleiri ummæli og síðani… les meira….

Bókajólagávuhugskot 2022

Nú hava vit 13. desember og eg ivist ikki í, at fleiri ganga og klóra sær í nakkanum og vita ikki, hvørja gávu tey skulu geva sínum kæru. Her eru nøkur hugskot til gávur, sum fara at geva nógvar tímar av undirhaldi og um tit njóta tær saman, eisini nógvar… les meira….

Varðin er komin!

Í 2020 tóku Sanna Klein, Sanna Andrassdóttir Dahl og eg við ritstjórastavninum á Mentanarritinum Varðanum eftir Dorit Hansen, sum hevði fingið árini fyri hevði fingið gamla mentanartíðarritið upp til eitt nútímast, dygdargott mentanarrit. Hetta var ein spennandi, men stór uppgáva og tað var við bivandi hjarta at vit fóru undir… les meira….

Handanhav – listaframsýning í Gallarí Havnará

10. november lat eg upp mína fyrstu sololistaframsýning. Eg var so heppin at sleppa at hava hana í vakra nýggja Gallarí Havnará. Á framsýningini vóru skulpturell listaverk og cyanotypiprent. Heilt fitt av fólkið vitjaði framsýningina. Her eru myndirnar, sum Gwenaël Akira Helmsdal Carré tók á ferniseringini. Eileen Vang tók eisini… les meira….

Reiggjan / The Swing

Onnur myndabók mín kom út á heysti 2021. Søgan er um tvíburðarnar sum ynskja sær reiggju, men ikki sleppa fyri foreldrunum. Ein dagin gera tey kortini eina reiggju og spæla í henni allan dagin. Endin kann sigast at vera eitt sindur óvæntaður. Í hesi bók nýti eg nakað av somu… les meira….

Framsýningin “Iscenesat” í Trappegalleriet Nakskov

Frá 27. august til 24. september 2022 hevði eg listaframsýning saman við Pernille Mejslov í Trappegalleriet í Nakskov í Danmark. Pernille hevði bjóðað mær við og sjálvandi takkaði eg ja til at hava mína fyrstu framsýningi uttanfyri Føroyar. Listafólkaparið Kit Kjærbye og Ole Holm, sum eiga gallaríð, tóku sera væl… les meira….

Ummæli: Sorg og saknur í barnahædd

Hetta ummæli stóð á blogginum Mentir 2. august 2020 Loftar tú mær? er ein sorgblíð upprunaføroysk barnabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og gjørt myndir til. Bókin snýr seg um trý systkin, hvørs foreldur ein seinnapart senda út í garðin at spæla. Hóast systkini eru saman úti í urtagarðinum, eru tey… les meira….

Ummæli: Sorgin verður loftað í vakrari frásøgn og poetiskum myndum

Í Varðanum 2020, nr. 87 var hetta ummæli av Loftar tú mær. Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir skrivaði: Sorgin verður loftað í vakrari frásøgn og poetiskum myndum Loftar tú mær? eftir Rakel Helmsdal Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir Tað einasta, vit sum menniskju kunnu vera heilt vís í, er, at vit øll einaferð skulu… les meira….

Loftar tú mær? – mín fyrsta myndabók

Í 2019 kom so endiliga mín fyrsta myndabók. Sjálvandi var tað ikki fyrsta myndabókin, eg havi skrivað søgu til, men tann fyrsta, har eg veruliga hevði gjørt allar myndirnar sjálv. Revurin við silkiturriklæðinum var sjálvandi eisini ein myndabók, men tað vóru fotomyndir úr mínum leiki. Til Loftar tú mær? havi… les meira….