Milja á ferð / Miljas voyage

Milja á ferð / Miljas voyage

Vanliga skrivi eg hesar bloggar á føroyskum og so eitt sindur á enskum, men hesaferð eru so nógv fólk við, sum ikki duga føroyskt, at eg velji at skriva á enskum. When Miljuløtur (Miljas Moments) in April was nominated for the Nordic Council Children and Young People’s Literature Prize 2019… les meira….

Loftar tú mær – myndir frá øllum tiltøkunum

18. august 2019 var “Loftar tú mær?” lisin alment 1. ferð fyri sera áhugaðum áhoyrarum á Vesturskyni í Sandavági. #loftartumaer #firstreading #releaseinseptember Nógv onnur tiltøk vóru eisini næstu mánaðirnar, so sum upplestur á Fuglafjarðar bókasavnið og Sunda bókasavnið, útgávutiltak á Reinsarínum og tiltak á Bókadøgum. Her er myndagallarí frá ymsu tiltøkunum:

Miljuløtur tilnevnd / Miljas Moments nominated

Í apríl varð boðað frá at Miljuløtur hjá mær og Kathrinu Skarðsá varð tilnevnd Barna- og ungdómsbókmentaviðrisløn Norðurlandaráðsins. Hetta skriva tey hjá Norðurlandaráðnum: Rakel Helmsdal & Kathrina Skarðsá (ill.): Miljuløtur. Novel, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2018. How many writers master the most important and essential aspect of children’s literature – the… les meira….

Mín hobbahola / My Hobbit Hole

Tá suðurafrikanski almannagagnligur filmsfelagsskapurin Green Renaissance fóru at vitjaði pápa mín, Ole Jakob Nielsen í september, ætlaðu teir bara at gera ein film, men tá teir høvdu verið har, avgjørdu teir, at her var ov nógv tilfar til ein einstakan lítlan film. Beint sum árið var blivið til 2019 sendu teir út… les meira….

Milliónir av lívum / A Million Lives

Í november gav felagsskapurin Green Renaissance út ein lítlan heimildarfilm um meg sum rithøvunda og skapandi listafólk. Green Renaissance er ein almannagagnligur felagsskapur, sum ger heimildarfilmar um fólk kring allan heim. Felags fyri fólkini, tey velja, er, at hetta eru eldhugaði menniskju, sum hava nakað at siga á onkran hátt. Eg eri… les meira….

Hugkveikjandi ummæli / Inspiring Review

Ummæli av føroyskum bókum eru rættiliga sjálsom og enn sjálsamari eru ummæli av barnabókum, men 11. januar kundi eg frøðast um eitt frálík ummæli eftir Jógvan Isaksen av nýggjastu bók míni Miljuløtur. HER ber til at lesa ummæli hjá Jógvan Isaksen, sum var prentað í Dimmalætting. Les pdf-fíluna av ummælinum: Hugkveikjandi søgur… les meira….

Veiða vind í London / Catch the Wind in London

Tann 27. januar er ein stórhending fyri føroyskan klassiskan tónleik og fyri føroyskar bókmentir: Tónleikaævintýrið Veiða vind eftir Kára Bæk (tónleikur), Rakel Helmsdal (søga) og Janus á Húsagarði (myndir) verður framført í The Barbican Hall í London og tey, sum framføra, eru ongi minni enn London Symphony Orcestra! At fáa… les meira….

Bókamyndir/ Illustrations

Tá eg skrivi, síggi eg fyri mær tað eg sigi frá um, eg havi myndirnar í høvdinum, men hóast eg lærdi at skriva og mangt annað í skúlanum, lærdu tey okkum ongantíð at tekna. Tí havi eg altíð verið noydd at biðja onnur at gera tær myndirnar, sum eg vil… les meira….

Hendingarríku løturnar hjá Milju Aura/Milja Auras Eventful Moments

Tann 19. september kom stuttsøgusavnið Miljuløtur út alment. Hetta hendi á hugnaligari bókaløtu á Sunda Bókasavni í samband við Mentanarviku í Sunda kommunu.             Nógv børn vóru komin at lurtað, tá høvundurin læs upp úr løtunum hjá Milju Aura.  Forlagið sigur um bókina: “Bókin er… les meira….

Neyðars skrímsl vunnið heiður í Íslandi

Í gjárskvøldið var almannakunngjørt, at Neyðars skrímsl (á íslendskum: Skrímsli í vanda) vann íslendsku barnabókaheiðurslønina í ár! Undirritaða hevði tíverri ikki møguleika at vera á staðnum til hátíðarhaldið, men hinir báðir høvundarnir, Áslaug Jónsdóttir, høvundur og teknari og Kalle Güettler, høvundur, vóru á staðnum. Sjálvandi harmiligt at missa møguleikan fyri… les meira….