Dragukistan – 650 orð

Hósdagin 27. november vóru tey 10. 650 orðini í Góðan morgun Føroyar. Evni hesaferð vóru 3 orð at kveikja sær hugin: Regn, kista og egg. Bergljót Debes Hentze valdi orðið regn, tá eg spurdi hana, meðan vit vóru “in the air” (tað regnaði ikki tann morgunin), og eg hevði hini við… les meira….

Brúgvin – 650 orð

Her er so søgan, sum eg valdi hesaferð. 13 søgur komu inn, fleiri vóru áhugaverdar og væl skrivaðar, men hendan hjá Riu Tórgarð, Brúgvin, var tann áhugaverdasta, mest óvantaða. Her kanst tú hoyra samrøðuna í Góðan morgun Føroyar í morgun. Geri so væl, her er hon: Brúgvin eftir Riu Torgarð… les meira….

Rúm við stjørnugólvi – 650 orð

  So var tátturin 650 orð aftur á skránni í Góðan morgun Føroyar. Steðgur hevur verið í tríggjar vikur, meðan eg havi verið og ferðast í Suðurevropa við familjuni. Søgan sum eg valdi út hesaferð, eitur “Rúm við stjørnugólvi”. Tíverri er høvundurin dulnevndur, men eg ynski honum ella henni tillukku… les meira….

Sig okkum søguna um hesa myndina – “650 orð”

So vóru 650 sera áhugeverd orð lisin í Góðan morgun, Føroyar í morgun. Teksturin “Maturin er klárur” eftir Simonu Midjord var tann eg valdi út millum teir heili 31 tekstirnar, sum komu inn til evni: “Hurðin small harðliga aftanfyri hana”. Nógvir av tekstunum vóru góðir, ongin var vánaligur, nógvir vóru forvitnisligir… les meira….

Hurðin small harðliga aftanfyri hana…… – “650 orð”

Tátturin 650 orð er nú farin í luftina! Fyrsti tátturin í røðini 650 orð, var í gjár tann 4. september 2014 sendur í útvarpinum. Kári Olsen og Rúni Jákupsson og tykkara útsendi “medarbeiðari” vóru í studio’inum og prátaðu um tað at skriva og tveir sera ymiskir tekstir vóru lisnir upp.… les meira….